Tøl hjá norska skattavaldinum vísa, at í fjør vóru 2.560.000 fólk virkin á norska arbeiðsmarknaðinum, og at av teimum vóru 387.103 útlendingar. Tað svarar til á leið 15 prosent.
Norsku fjølmiðlarnir skriva, at talið á útlendingum á norska arbeiðsmarknaðinum er vaksið nógv tey seinastu árini.
Tveir hagfrøðingar, sum arbeiða á handilsháskúlanum í Oslo, siga við fjølmiðlarnar, at tann útlendska arbeiðsmegin hevur verið gagnlig fyri tað norska vinnulívið. Teir siga, at í flestu førum er talan um fakútbúgvið fólk úr Eysturevropa og Svøríki.