Nógvur fiskur á marknaðinum í dag

Í dag seldu fleiri línuskip á Fiskamarknaðinum, so tað var rættiliga nógvur fiskur á uppboðssøluni fyrrapartin. Tey flestu skipini høvdu roynt eystanfyri, har tey høvdu fingið væl av longu, brosmu og upsa. Okkurt skip hevði roynt aðrastaðni, og nakað var eisini av trolfiski og útróðrarfiski.

Mest var av longu, góð 90 tons. Longa I fór fyri 12,90 krónur í meðal, longa II fyri 13,06 krónur og longa III fyri 11,05 krónur í meðal fyri kilo. Av brosmu vóru 85 tons. Brosma I og II fóru fyri 9,00 krónur kilo, brosma III fekk meðalprísin 9,05 krónur og brosma IV 8,00 krónur.

Sum vit hava umrøtt her á Portalinum fyrr, fáa línuskipini væl av stórum upsa eystanfyri, og í dag vóru 40 tons av upsa á uppboðssøluni. Tað mesta var stødd I og II, sum fóru fyri 9,53 krónur í meðal fyri kilo.

Av toski vóru 50 tons. Toskur II fór fyri 16,22 krónur, toskur III fyri 16,15 krónur, og meðalprísurin á toski IV var 14,96 krónur.

Góð 30 tons vóru av hýsu. Hýsa II fekk meðalprísin 12,01 krónur, og hýsa III fór fyri 9,86 krónur í meðal.

13 tons vóru av blálongu, sum fór fyri 13,90 krónur fyri kilo. Av havtasku vóru seks tons og tað sama av svartkalva. Tað mesta av havtaskuni fór fyri 26,50 krónur, og prísurin á svartkalvanum var 31,06 krónur fyri kilo í meðal.

Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin 341 tons í dag fyri 4,1 millión krónur.