Nógvur vindur alla vikuna

Hósdagin verður kanska ein lítil skái

 

Djúpt lágtrýst eru á veg í ein landnyrðing móti Íslandi og brúgvaløgini haðani geva okkum vind og regn.

 

Veðrið í dag

Strúkur í vindi upp í skrið av suðri og útsynningi, 13 til 20 m/s, við hørðum hvirlum. Skýggjað og samregn. Seinnapartin hvassur vindur upp í skrið av útsynningi og vestri, 15 til 20 m/s, eitt skifti upp í storm, 23 m/s, við hørðum hvirlum. Onkrir sólglottar, men eisini okkurt æl, í støðum møguliga heglingur og kanska torusláttur, men út á kvøldið verður turt. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig. Í nátt stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, sum spakuliga minkar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, av suðri. Yvirhøvur turt og klárt og hitin millum 2 og 5 stig.

 

Í morgin

Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, sum veksur vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Fyrst turt og sólglottar, men sum frá líður skýggjað og regn ella ælaveður. Um kvøldið og náttina strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 20 m/s, í støðum upp í storm, 23 m/s, við hørðum hvirlum. Skýggjað og stundum regn, seinni samdrigið og ælaveður. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 8 stig.

 

Hósdagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útsynningi, 10 til 15 m/s, sum minkar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, og lækkar í ein sunnan. Fyrst turt og sólglottar, men sum frá líður skýggjað og regn. Um kvøldið og náttina ølar hann vindin í strúk í vindi upp í skrið av suðri, 13 til 18 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 10 stig.

 

Fríggjadagin

Strúkur í vindi upp í skrið av suðri, 13 til 20 m/s, seinni útsynningi og vestri, við hørðum hvirlum. Út á náttina makar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Fyrrapartin skýggjað og stundum regn, seinni samdrigið og okkurt æl. Hitin um dagin millum 7 og 9 stig, um náttina millum 3 og 7 stig.

 

Leygardagin

Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein sunnan. Um kvøldið og náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og landsynningi, 10 til 15 m/s. Sólglottar og okkurt æl, seinni skýggjað og um náttina regn av útsynningi. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 8 stig.

 

Sunnudagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 4 og 7 stig.