Nógvur vindur í Hirtshals

Í Hirtsals er so nógvur vindur í løtuni, at Norrøna slapp ikki at, tá hon kom við 900 ferðafólkum til Danmarkar í morgun.

– Tað er nógvur vindur beint av norði, og tá kunnu verða trupulleikar í havnini í Hirtshals, sum annars er ein sera veðurgóð havn, sigur Rúni V. Poulsen, stjóri á Smyril Line.

Hann væntar tó, at Norrøna sleppur at hvørja løtu, og at seinkingin verður umleið ein tíma.

– Vit taka eingi óráð fyri, tá umstøðurnar eru soleiðis, og vit vænta ikki nakra drúgva seinking, sigur Rúni V. Poulsen.