Nógvur vindur næstu dagarnar

Eitt hátrýst yvir Írlandi fer í ein landsynning eystan. Eitt lágtrýst eystan fyri Ísland fer í ein landnyrðing og ein tilhoyrandi kuldabrúgv kom í nátt inn yvir Føroyar. Í dag fer ein hitabrúgv framvið av útsynningi og síðani ein sterkur streymur av útsynningi, seinni landsynning. Mánadagin fer eitt nýtt lágtrýst móti Íslandi av suðri og síðani víðari í ein vestan og tilhoyrandi brúgvaløgini nærkast sum frá líður Føroyum av útsynningi og við regni. Hósdagin fer enn eitt djúpt lágtrýst móti Íslandi av útsynningi og tey tilhoyrandi brúgvaløgini fara framvið Føroyum við regni og lýggjum veðri.

 

Í dag

Lot til andøvsgul av ymsum ættum, undir 7 m/s, sum út á dagin øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og stundum regn, fyrrapartin vátaslettingur ella kavi norðanfyri. Hitin millum 4 og 8 stig. Í nátt øtlar hann vindin í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Tað verður turt og eitt skifti klárar í. Hitin millum 5 og 8 stig.

 

Í morgin

Strúkur í vindi upp í skrið av suðri og útsynningi, 13 til 18 m/s, sum um kvøldið og náttina snarar í ein sunnan og landsynning. Yvirhøvur skýggjað, men mest turt og hitin millum 3 og 8 stig.

 

Týsdagin

Strúkur í vindi upp í skrið av suðri og landsynningi, 13 til 18 m/s, sum spakuliga makar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi um náttina, 8 til 13 m/s. Skýggjað, men yvirhøvur turt, men um náttina ælaveður. Hitin millum 4 og 8 stig.

 

Mikudagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum snarar í ein útsynning. Yvirhøvur skýggjað og regn av og á. Hitin millum 4 og 8 stig.

 

Hósdagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, og snarar í ein sunnan og landsynning. Sólglottar og okkurt æl og um náttina turt og lutvíst klárt. Hitin millum 3 og 7 stig.

 

Fríggjadagin

Gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 m/s, sum øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Fyrst turt og sólglottar, seinni skýggjað og regn. Hitin millum 3 og 7 stig.