Nógvur vindur og kalt næstu dagarnar

Eitt lágtrýst, stutt í ein útsynning úr Føroyum, fer í ein útnyrðing vestan fyri okkum og hevur í morgun við sær ein sterkan streym av ælum. Um vikuskiftið hækkar hann spakuliga í ein norðan og makar vindin, meðan ein veikur hátrýstsryggur fer framvið av vestri. Í næstu viku koma nýggj brúgvaløg av vestri inn yvir landið.

 

Í dag

Strúkur í vindi upp í skrið av vestri, 13 til 18 m/s, við hørðum hvirlum. Sum frá líður klárar í og sólin sær onkra løtu, men ælini halda á, møguliga við vátaslettingi. Hitin millum 2 og 6 stig. Í nátt framvegis ælaveður, møguliga vátaslettingur ella kavi og hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.

 

Í morgin

Strúkur í vindi upp í skrið av vestri og útnyrðingi, 13 til 18 m/s. Um náttina lækkar hann í ein útnyrðing og øtlar vindin nakað, í støðum upp í 20 m/s. Yvirhøvur skýggjað og nógv æl, møguliga vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 1 og 5 stig.

 

Leygardagin

Hann makar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi og norðri, 10 til 15 m/s, um náttina makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 1 og 6 stig.

 

Sunnudagin

Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, sum lækkar í ein landnyrðing og makar nakað. Sólglottar og yvirhøvur turt. Hitin millum 2 og 5 stig, um náttina í støðum niður í frostmarkið.

 

Mánadagin

Lot til andøvsgul av landnyrðingi og eystri, 3 til 7 m/s, og sólglottar. Seinni snarar hann í ein landnyrðing og øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Skýggjað og sum frá líður regn ella kavi. Hitin millum frostmarkið og 5 stig.

 

Týsdagin

Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og suðri, 8 til 13 m/s, skýggjað og regn, og hitin millum 4 og 9 stig.