Nógvur vindur seinni í vikuni

Køld og óstøðug luft við ælaveðri streymar sum frá líður inn yvir Føroyar av vestri og útsynningi. Eitt minni lágtrýst,á veg í ein landnyrðing, fer í dag framvið stutt í ein landsynning úr Føroyum og tað fer at regna. Aftaná lágtrýstið kemur ein veikur hátrýstsryggur, sum í nátt kemur inn yvir Føroyar av útsynningi. Mánadagin fer eitt lágtrýst upp móti Íslandi av útsynningi og brúgvaløg haðani fara seint mánadagin og týsdagin framvið Føroyum av vestri. Frá mikudegnum og frameftir fara fleiri lágtrýst móti Íslandi av suðri og tað gevur stundum regn, ælaveður og vind her í Føroyum.

 

Veðrið í dag

Gul til stívt andøvsgul av suðri og vestri, 5 til 10 m/s, í kvøldið eitt skifti upp í strúk í vindi í støðum, 13 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og seinnapartin ella í kvøld regn ella ælaveður. Hitin um 7 stig. Í nátt klárar í av útsynningi og hitin millum 3 og 7 stig.

 

Mánadagin

Lot til stívt andøvsgul av útsynningi, seinni suðri, 3 til 10 m/s, sum seinnapartin øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s, um náttina makandi. Yvirhøvur turt og fyrrapartin sólglottar, men seinnapartin skýggjað og móti kvøldið stundum regn. Hitin alt samdøgrið um 8 stig.

 

Týsdagin

Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Mest skýggjað og stundum regn, men út á dagin klárar í, tó okkurt æl. Hitin millum 6 og 10 stig.

 

Mikudagin

Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, sum út á dagin øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi, 8 til 13 m/s, og út á náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, møguliga harðar hvirlur. Fyri tað mesta skýggjað og sum frá líður regn. Hitin millum 6 og 10 stig.

 

Hósdagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, møguliga harðar hvirlur. Samdrigið og ælaveður, um náttina regn. Hitin millum 6 og 10 stig.

 

Fríggjadagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og landsynningi, 10 til 15 m/s, stundum upp í skrið, 18 m/s, og harðar hvirlur. Fyrst skýggjað og regn, seinni samdrigið og ælaveður. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 10 stig.