Kjaksendingin í SVF týskvøldið staðfesti einaferð afturat, hvussu stutt vit eru komin á íbúðaøkinum. Og tað merkir, at tú skal byggja ella keypa tær eini sethús og tað mugu vera tvey um tað og lønin skal vera hampilig. Sum einsamallur, og serliga um tú hevur børn, hevur tú ikki ein livandi kjans. Uttan so at onkur kann spjaða til við nøkrum 100.000 krónum. Ella, at tú góðtekur at liva á hungursmarkinum. Tað sama er sjálvandi galdandi fyri tey, sum ikki eru arbeiðsfør.
Soleiðis er støðan í dag!
Er hetta í samljóð vhugsjónirnar um eitt vælferðarsamfelag?
-Hvat siga javnaðar- og tjóðveldisfólk? Tveir sosialdemokratiskir flokkar, sum aðrastaðni hava slóðað fyri, at vanlig fólk eisini fingu ein sømiligan bústað! Sjálvandi grundað á hugburðin um, at heimið er kjarnin í familjuni - í samfelagnum!!!
Flokkarnir kunnu ikki siga so nógv - utan at harmast. Hinir flokkarnir verða ikki nevndir, tí teir vísa sum oftast eina líkasælu, tá tað ræður um viðurskiftini hjá teimum, sum eru minni væl fyri.
Men nú hómast ein bati - eftir at fleiri, serliga Húsalánsgrunnurin, hevur víst á hesa støðuna og nýggjar møguleikar í nógv ár. Og aftur er tað landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, sum hevur sett sær fyri, at nú skal nakað henda á hesum øki, so tær ber til at byggja íbúðir uttan forðingar, og soleiðis, at leigarar og húsaeigarar onkursvegna verða javnsettir.
At byggja hús ella eigaraíbúðir er eingin trupulleiki, tí tann, sum byggir ella keypir, fær rentustuðul og harafturat skal hann ella hon ikki gjalda meirvirðisgjald fyri handverksarbeiðið. Øvugt er við tí, t.d. einum felagsskapi ella einum stovni, sum ætlar at byggja leiguíbúðir. Tá fæst ikki rentustuðul, mvg skal gjaldast fyri handverkið og harafturat er inntøkan skattskyldug.
Tí eru eigarar og leigarar ikki javnsettir. Og mismunurin verður upp aftur grefligari, tá hugsað verður um, at ein húsaeigari kann byggja eini hús við eini kjallaraíbúð, og fáa allar fyrimunirnar, men gevur neyvan leiguinntøkuna, ella alla -inntøkuna, fyri íbúðina upp á sjálvuppgávuni.
Hetta hava fleiri landsstýrismenn, bæði í almanna- og fíggjarmálum, fingið málað upp á veggin fleiri ferðir, men meira er ikki hent. Og tó, eitt álit kom í fjør ella fyrraárið, men tað segði ikki annað, enn tað, sum øll vistu frammanundan og tilmælini vóru meira ella minni órealistisk.
Nú hevur landsstýrismaðurin sett sær fyri, at nakað skal henda, so tey, sum byggja leiguíbúðir fáa somu rættindini sum húsa- ella leiguíbúðaeigarar. Sambært kjaksendingini í SVF týskvøldið mátti hann ásanna, at tað gongur seinri enn hann hevði roknað við frammanundan. Men fær hann broytt lóggávuna her á landi og fær slóðað fyri, at tað ber til at byggja leiguíbúðir, so hevur hann sett ein marknastein á hesum øki, sum ein partur av Føroya fólki fær gagn av.
Sosialurin