Nú hava tilsamans 11 føroyingar fingið staðfest coruna-virusið. Tað merkir, at nú er ein smittaður afturat teimum 10, sum varð upplýst á tíðindafundinum hjá landsstýrinum í gjár
Tað upplýsir Lars Fodgaard Møller, landslækni, í morgun.
Sjey av teimum 11 smittaðu, eru smittað uttanlands. Tvey av teimum 11 eru smittað av teimum føroyingum, ið hava fingið smittuna uttanlands. Hjá teimum báðum varð smittan staðest ímeðan tey hava verið í sóttarhaldi.
Enn ber tað ikki til at siga við vissu, hvussu tey bæði seinastu eru blivin smittað.
Annars eru tað beint nú tilsamans 122 fólk, sum sita í sóttarhaldi og tilsamans eru 327 fólk kannað fyri corona, sigur landslæknin