Nú hava 115 føroyingar fingið korona

Síðani í gar eru 23 føroyingar funnir afturat við smittuni

Tað eru nú í alt 115 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk. Tað merkir at síðani seinastu uppgerðina í gjáramorgunin, er  smittan staðfest hjá 23 føroyingum afturat og so nógv er talið á smittaðum ikki hækkað fyrr upp á ein dag.

Í gjár vórðu 135 føroyingar kannaðir fyri korona, annars hevur talið verið 300 - 400 um dagin. Men hetta merkir, at nú eru tilsamans 2.077 fólk í Føroyum kannað fyri korona,