Av teimum 11, sum tóku B-venjaraútbúgving í ár, eru fýra kvinnur. Ein teirra er landsliðsleikarin Jacoba Langgaard, og hon vónar, at fleiri kvinnur vilja taka venjaraleiðina
Í ár hava søguliga nógvar kvinnur lokið UEFA B-venjaraprógv. Jacoba Langgaard, Rannvá B. Andreasen, Elisabeth Haraldsen og Bára Joensen hava allar lokið útbúgvingina í heyst, og frammanundan vóru fimm kvinnur á listanum yvir venjarar við UEFA B prógvi.
Men enn er tørvur á fleiri kvinnuligum venjarum. Tí tekur FSF nú, saman við UEFA, stig til átakið “Venjaraleiðin”, har kvinnur við B1 prógvi kunnu søkja um luttøku. Í sjónbandinum niðanfyri kanst tú eisini hoyra Jacobu greiða frá, hvussu venjaraútbúgvingin er samansett og hennara motivatión fyri at taka útbúgvingina.