Nú hevur Lakshmi tvey bein og tveir armar

Í morgun vóru indisku læknarnir lidnir við skurðviðgerðina, sum eydnaðist væl

Tað tók teimum meiri enn 30 læknunum eitt samdøgur at taka tvey bein og tveir armar av teirri tvey ára gomlu gentuni, og tað var ein fegin yvirlækni, sum hitti fjølmiðlarnar í morgun.

 

-Tað gekk nógv betur enn væntað, segði Sharanu Patil, skurðlækni, sum hevði staðið á odda fyri viðgerðini. Hann greiddi frá, at eingir óvæntaðir trupulleikar høvdu verið undir viðgerðini.

 

-Sjálv skurðviðgerðin gekk stak væl, og tað eydnaðist okkum eisini at skilja teir samanvaksnu ryggjageiðslarnar sundur, so hon sleppur undan at fara undir skurð fyri tað eina ferð afturat, segði Patil.

 

Lakshmi hevði tað, sum læknavísindin rópar isciopagus. Hon var annar av tvíburðum, men menningin hjá hinum fostrinum steðgaði, og tað vaks saman við Lakshmi ístaðin fyri.