Nú hevur Manchester City fingið steypið

Premier League: Teir hava verið meistarar í skjótt tríggjar vikur

Manchester City bleiv staðfestur meistari 15. apríl, tá Manchester United óvæntað tapti fyri West Bromwich. Ikki fyrr enn í dag kom steypið í hús.

 

Manchester City fekk steypið, tá liðið í gjár spældi seinasta heimadystin í Premier League kappingarárinum. Pep Guardiola og hansara menn hava vunnið Premier Leagur í stórum stíli, men soleiðis var ikki í gjár.

 

Manchester City spældi móti Huddersfield. Úrslitið bleiv ein málleysur javnleikur. Tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, runnu viðhaldsfólk inn á vøllin at fegnast. Hetta var millum annað seinasti dysturin hjá Yaya Toure í felagnum.