Nú hon rundaði tey níti

Hanus í Skálafirði hevði ætlað sær ein túr í hagan hendan sunnumorgunin.

Hann plagdi, um lírarnar, at taka eitt lamb at hava feskt, nú eplini vóru so mikið búgvin, at takast kundi upp til ein døgurða. Tað var so forkunnugt at fáa ein feskan kjøtbita omaná alla sildina og saltmatin. Og tá so alt arbeiði lá stilt hvíludagin, var møguleiki at velja sær eitt lamb, hann kundi taka, tá høvi beyðst. Hundin hevði hann góðan, so tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki.


Men kona hansara, Anna Sofía við Torvgil, helt, at hann skuldi ikki fara. Hon var fullgingin, og kendi á sær, at tíðin var komin. Og rætt fekk hon. Tí ístaðin fyri at fara í hagan, settist bóndin við árarnar, á veg eftir jarðarmóður. Og áður enn dagurin var liðin, var genta borin í heim. Tá hon eina tíð eftir varð borin til dópin, varð hon navngivin: Hansina Poulina Sofía, eftir ommu síni í faðirlegg, Ingu Hansinu.


Og nú, líradagin 26.08.2007, gjørdist hon so níti ára gomul.

Hvussu vóru so umstøðurnar í Skálafirði um hetta mundi?

Tann langa lonin, ið hevði verið karmur um búðstaðarmynstrið, var við at hvørva. Miðstova var avfallin og Norðurstova var við at tømast. Bert Niðristova var standandi. Og ger tað enn, um enn við nøkrum umbyggingum. Húsini “har Eysturi” vórðu bygd um átjanhundrað og áttati. Men nú vóru tvinni hús í gerð vestari í bygdini. Hesi hús kenna vit betur sum uppi hjá Mariusi og uppi hjá Jensi.


So vit kunnu siga, at hetta var ikki júst nakar stórbýur at vaksa upp í. Men náttúran lá so har, mestsum órørd, við øllum sínum vakurleika: Fjørðurin, sandurin, ósin, Fjarðará og Svínagjógv. Og ikki at gloyma Løkin, ið ruddi sær slóð gjøgnum mýruna fram við húsunum. Fullur av kombikkum, klípum og állum.

Og so fjøllini: Reyðafellstindur, Halgafelli, Skorarnar og Skálafjall. Í norði Múlatindur. Og Valaknúkar. So loyndarfullir. Stundum so brúnasíðir. Stundum so sorgblíðir.

Á sumri bøurin og mýran klødd við sóljum og summardá. Á vetri alt fjalt í hvítasta lín.

Hetta var gerandisumhvørvið, frá tí, eygað sá. Eitt satt Eldorado.

Eisini búði omman, sum hon eitur eftir, Niðri í Stovu. Og mundi henda sera gløgga kvinna eisini leggja nøkur klípi í jørðildi hjá hesi smágentu. Fitt av fólki, legði eisini leiðina framvið. Her savnaðust fjallmenn og seyðamenn. Og ikki at gloyma teir, ymsastaðni frá, ið settu sildagørn. Teir gistu. Ja, mangan mundi prátið ganga lystiliga Niðri í Stovu. Og alt hetta legði henda árvakna genta sær í geyma.

Tá ið hon so er seks ára gomul, byrjar skúli í Skálafirði. Hann var uppi hjá Mariusi. Hon tekur mangan til, at betri lærara kundi hon neyvan fáa. Lærarin var nevniliga Johan Johannesen, úr Beitinum, á Glyvrum. Seinni betur kendur her um leiðir sum “gamli lærari” Hann var ferðalærari tá. Herinni varð gingið í skúla eina viku um mánaðin.


Men Hansina átti eisini eina ommu úti á Torvgili. Hon vildi so fegin hava eitt av børnunum hjá Onnu Sofíu og Hanusi út at vera eina tíð. Hetta val fall á Hansinu. Hon fór so út á Torvgil til ommu sína Ingu, ið varð ættað av Kinn í Lamba. Umframt Ingu, búðu Lena og Andrias har eisini. Her var hon so í trý ár, frá hon var sjey til hon var tíggju. Her úti eru møguliga grundarsteinarnir lagdir til hennara ordan og røkisskap. Og at hava skil á tí heila.

Hjá henni, ið dámdi so sera væl at ganga í skúla, vóru hetta trý sera góð ár. Tí her var meira skúlagongd.

Tey høvdu t.d. bíbliusøgu, lærubók, danskt, geografi, sálmaørindi, lærdu at lesa, skriva og rokna. Og nógv av hesum skuldi lærast uttanat. Helst skuldu tey duga tabellina, áðrenn tey byrjaðu at rokna.

Men barnadagarnir tá á døgum høvdu eisini sín arbeiðssetning og síni krøv. Og í einum bóndahúsi var sanniliga nógv at tríva í. Uttanduraarbeiði vóru m.a í torvi, at hoyggja og at bera vatn. Innandura var umframt alt tað húsliga, at seyma og binda. Ikki meira enn átta, tíggju ára gamlar, bundu genturnar vøttir til sjómenn og at selja. Hon fortelur, at einaferð fór pápi sín til Fuglafjarðar at avreiða vøttir, sum hon hevði bundið. Tá var hon tíggju ára gomul. Afturkomin fekk hon eina lummalykt, hann hevði keypt henni. Og gleðin man hava verið sera stór um hetta forkunnuga tinganest. Tí enn í dag, minnist hon akkurát, hvussu henda gula lummalykt sá út. Og tað skyggjandi ljósið í teimum myrku tíðum, uttan ravmagn. Jú, sanniliga aðrar tíðir.

Ígjøgnum árini er nógvur sandur tikin úr Skálafirði til ymiskt stoypiarbeiði, longur úti á fjørðinum. Til dømis, tá Turkihúsið á Høgabóli var bygd uml.1930, varð sandurin førdur við jakt úr Skálafirði. Teir gjørdu tveir túrar um dagin. Sandurin var fyltur í posar. Teir høvdu tvey sett av posum. Tá jaktin var á veg út á Høgaból, lógu tómir posar eftir at fylla í. Her luttóku børnini, við at fylla uppí posarnar.

Eisini turkaðu tey fisk í Skálafirði. Absalon sendi fisk av Skála inn higar. Lagt var upp á Stóraskeri. Síðani var fiskurin vaskaður í Víkará, haðani hann varð førdur inn á sandin og borin niðan á oyruna. Har var hann breiddur á vatnrøtt stik at turka.

Men longu, tá hon hevði fingið prestsins hond á høvur, fór hon út at tæna. Hon tænti í fleiri støðum m.ø á Skipanesi, í Kirkjubø og á Toftum.

Á tí ítróttarliga økinum hevur hon eisini gjørt vart við seg. Fyri Ólavsøku í 1941 er hon í Havn hjá systkinabarni sínum, Ingu á Lakjuni úr Syðrugøtu. Her lærir hon m.a at seyma.

Ein dagin sigur Inga við hana, at hon hevur lovað hana burtur at rógva kapp við Próstabátinum á Ólavsøku. Tað er komið Ingu fyri oyru, at ein genta er avfarin. Og Inga hevur loysnina beinavegin. Hon sigur teimum, at hon hevur eina unga og sterka gentu heima hjá sær, ið er uppvaksin við ár í hond. Har er alt leyst og liðugt.

Hetta kom ikki serstakiliga væl við hjá Hansinu. Tí hon visti, at Próstabáturin var vanur at vinna. Og tapti hann nú, var tað sjálvandi hennara skyld. Men líkamikið. Einar tvær ferðir var hon í bátinum til venjingar. Hon sat í rúminum. Og so kom Ólavsøkan. Inga hevði syrgt fyri øllum. Hon hevði seyma blusu, niðurdeil og turriklæði. Keypt sokkar og skógvar. Og væl gekk. Tær vunnu. Tað vóru fýra bátar í hesum róðrinum.

Meðan hon tænir úti á Toftum, koma hon og Jens Joensen uppi á Lakju at kennast. Tey gerast væl. Og eftir at hava gingið saman í átta ár, giftast tey hin 13.01.1944. Tað er Poul Bull Nielsen, ið vígur tey. Tey keypa húsini hjá ommu og abba Jens. Húsini verða nevnd á Dunga. Og har býr hon enn.

Hansina sigur, at tá hon hyggur aftur á tað heila, er hon sera væl nøgd við lívið. Og kanska kemur hetta lutvíst av hennara sterku gudstrúgv. Hon var, sum sekstan ára gomul, á missiónsviku í Gøtu. Her kveiktist hennara andaliga kyndil av álvara. Hesin kyndil búnaðist til ein sterkan andaligan frelsutryggleika, ið hevur fylgt henni til dagin í dag. Og ikki longur síðani enn í gjárkvøldið, las hon dagsins tekst fyri Óluvu og mær. Og lesari er hon góður.

Men hennara lív hevur ikki bert verið ein dansur á rósum. Tíðliga í teirra hjúnarlagi, gjørdist Jens álvarsliga sjúkur og var óarbeiðsførur í fleiri ár. Við ongari inntøku, uttan sosiala trygd, og við fleiri smábørnum, mundu hesi ár vera ómetaliga tung at koma ígjøgnum. Men tey stríddu seg ígjøgnum, við Guds hjálp og við hjálp frá góðum fólki. Og komu undan. Tey fingu níggju børn og nógv eydnurík ár saman. Jens andaðist 08-01-1997.

Um Hansinu er annars at siga, at hon er ein sera gløgg og vitandi kvinna. Hon hevur eitt ótrúliga gott minni, og dugir sera væl at siga frá. Hon er sera snøgg, bæði handaliga og vandaliga. Har hevur aldrin nakað verið latið úr hondum, sum fingur kann setast á. Og so hevur hon hesa hábærsligu tignina, ið ikki kann greiðast frá. Hon skal upplivast. Tað er neyvan tað evni, tú prátar um, at hon ikki kann tosa við. Hon hevur fylgt sera væl við í skúlagongd og læru hjá børnunum. Og altíð stuðlað teimum. Og nú eisini ommubørnunum. Hon hevði óivað havt sítt lívsyrki sum lærarinna, um umstøðurnar í ungdómsárunum vóru øðrvísi. Hon fylgir væl við í øllum viðurskiftum, tað verði seg í verðsligum ella andaligum høpi. Hon er sera blíð at koma inn til, og dámar væl at fáa vitjan. Og er altíð við tí góða orðinum.

Av teimum seks børnunum hjá Onnu Sofíu og Hanusi Niðri í Stovu, ið komu undan, eru bert tvey eftir á lívi: Anna Louisa og Hansina.


Góða mammusystir: Takk fyri tín trúskap og kærleika!


Latum okkum enda við ørindi úr sálminum hjá Eber og Grundtvig, sum Jóhan Weihe sáli, plagdi at taka til.


Kom i den sidste nattevagt

i en af mine kæres dragt

og sæt dig ved min side

og tal til mig som ven til ven

om hvor vi snart skal ses igen

og glemme al var kvide


Alt gott ynski eg tær


Fríður