Nú kappast vit við Google og Facebook

Føroyskir miðlar kappast nú við stórar altjóða fyritøkur um innihald og inntøkur

Føroyskir fjølmiðlar kappast bæði um redaktionelt innihald og inntøkur, men seinnu árini hava stórir altjóða miðlar bjóða av í kappingini um lýsingainntøkurnar í Føroyum.

- Í dag er framvegis kapping millum føroyskar miðlar, men hon kennist ikki so hørð, sum hon plagdi at vera. Nú er kappingin í eins stóran mun við Google og Facebook, sum bjóða føroyingum nýggjar lýsingamøguleikar, sigur Jonhard Hammer, stjóri í Miðlahúsinum.

Hann heldur tó, at miðlarnir í Miðalhúsinum kunnu standa seg í kappingini við stóru globalu fyritøkurnar.

- Miðlahúsið hevur føroyskar miðlar á føroyskum máli, sum fyrst og fremst fáast við føroysk viðurskifti, og tað verður tað eisini brúk fyri frameftir, hóast innihaldið á internetinum er óhugsandi stórt og fjølbroytt, sigur hann.

- Føroyska málið er eitt lítið mál, sum støðugt er undir trýsti frá øðrum málum, og alheimsgerðin hevur við sær, at børn og ung – og eisini vaksin – lesa, hoyra, tosa og skriva alt meira enskt og danskt. Millum annað tí er stórliga brúk fyri góðum føroyskum miðlum, sum geva tað føroyska tilboðið til føroyingar.

- Næsta málið hjá Miðlahúsinum verður at røkka útlendskum lýsingakrónum, so at renslið ikki bert er ein veg. Tað er ein framtíðar avbjóðing, sum vit hava tikið á okkum, sigur Jonhard Hammer, stjóri í Miðlahúsinum.