Nú kemur hjálpin til ferðavinnuna

Hvør fyritøka kann fáa í mesta lagi 10 milliónir í koronu-stuðuli

Nú fer landsstýrið at leggja uppskot fyri Løgtingið um at veita ferðavinnuni kring landið fíggjarliga hjálp. Stórir partar av ferðavinnuni eru hart rakt, tí eingi útlendsk ferðafólk hava verið her og matstovurnar  hava heldur ikki havt opið sum vant í ávísum tíðarskeiðum.

Landsstýrið hevur sent eitt uppskot um ein hjálparpakka til avvarðandi partar til viðmerkingar og har stendur, at tær fyritøkur, sum kunnu fáa hjálp, eru fyritøkur, har sølan frá september til 30. apríl í ár, er minkað minst 40 prosent. Men harumdramt kann stuðul eisini latast til 10 kjarnustarvsfólk í teimum ymsu fyritøkunum.

Tey, sum kunnu søkja um hjálp, eru gistingarhús, matstovur, ferðaskrivstovur, tey, sum fyriskipaða túrar og tey, sum annars flyta ferðafólk. Stuðulin kann, í mesta lagi, vera 10 milliónir til hvørja fyritøku. Men er fyritøkan við í einum samtaki, kann stuðulin í mesta lagi vera 10 milliónir tilsamans fyri allar fyritøkurnar í samtakinum.

Men samtøk, sum Smyril Line, ið hava sjóvegis ferðafólkaflutning ímillum Føroyar og útheimin, og sum samstundis hava virksemi, sum er fevnt av lógini, kunnu fáa stuðul sum tvey sjálvstøðug samtøk.

Tær fyritøkur, sum fáa stuðul, skulu, hvørki í ár, næsta ár, ella í 2023, rinda partaeigarunum vinningsbýti og hava tey yvirskot, verður stuðulin mótroknaður.

– Stoyturin frá koronafarsóttini gjørdist ógvusligur fyri ferðavinnuna og hóast tað er ymiskt, hvussu tær einstøku ferðavinnufyritøkurnar hava klárað seg, eru fleiri av teimum undir stórum trýsti, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum.

– Fara tær av knóranum, fer tað helst at ávirka gongdina í føroysku ferðavinnuni fleiri ár fram í tíðina og vandi er fyri, at fólk við serkunnleika, fara í onnur størv og tá kann tað verða tungt byggja tær upp aftur.

Helgi Abrhamsen sigur, at søkja allar fyrirtøkurnar, sum koma undir treytirnar, um fullan stuðul, kann hesin hjálparpakkin fara at kosta 47,5 milliónir.