Nú kenna vit Kyndil aftur

Síðstu 15 minuttirnar av dystinum vísti Kyndil rættiligt stórspæl í bestu mansdeildini, tá teir vunnu tryggan sigur á kollfirðingum í gjárkvøldið.

Kyndil-KÍF 31-20 (13-13):


Bæði kyndlamenn og kollfirðingar høvdu brúk fyri einum sigri fyri at nærkast oddaliðunum, tá hesi bæði møttust í Atlantic Airways deildini í gjárkvøldið. Leingi tóktist dysturin kunna gerast rættiliga spennandi, men síðstu 15 minuttirnar rann Kyndil snøgt sagt KÍF um koll, og at enda vunnu teir ein sannførandi sigur.
 
Javnur fyrri hálvleikur
Fyrstu løtuna av dystinum var leikferðin høg, og liðini skaptu nógvar møgueleikar. Heimaliðið úr Kyndli fekk annars betru byrjanina, og eftir seks minuttir høvdu teir lagt seg á odda 5-2. So fekk KÍF fer á álopsspælið, og næstu løtuna fingu teir trý mál á rað, og nú var aftur javnvág í støðuni.
Eftir hetta fylgdust liðini væl at eina løtu, men Kyndil var alla tíð oman á. Teir førdu við einum máli, so førdu teir við tveimum málum, og sigast kann, at gestirnir úr Kollafirði ongantíð megnaðu at taka leiðsluna.
Tá fimm minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki vann Kyndil seg aftur fram um við trimum málum, men enn einaferð koma kollfirðingar væl aftur. Í síðsta álopinum tóku teir eitt time-out fyri at tosa um tingini, og nú var munurin bara eitt mál. Tá KÍF kom inn aftur á vøllin eydnaðist teimum at skora, so nú stóð á jøvnum, tá liðini fóru til hálvleiks.
 
Kyndil vísti meistaraspæl
Í endanum av fyrra hálvleiki var Lars Black komin inn í kyndilsmálið fyri Magnus Matras, meðan KÍF valdi at seta Óla K. Djurhuus inn í málið frá fyrsta bríksli í seinna hálvleiki, og júst málverjarnir stjólu myndina fyrstu løtuna av seinna hálvleiki.
Tá 13 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki høvdu liðini bert fingið tvey mál hvørt, so støðan nú var 15-15. Hetta var ikki minst takkað tveimum sera væl uppløgdum málverjum, sum vísti sera gott spæl hesa løtuna.
Men við eitt skrædnaði veruliga hjá kollfirðingum, meðan Lars og hinir kyndlaleikararnir byrjaðu at leika dreymahondbólt. Ilt er at meta um, hvat hendi hesa løtuna. Kyndlaleikararnir tóktust til tíðir at vera heldur oman á í dystinum, men at teir skuldu gerast so nógv betur síðsta korterið av dystinum hevði eingin roknað við.
20 minuttir inn í seinna hálvleik hevði Kyndil lagt seg á odda 21-18. Næstu fimm minuttirnar høvdu teir økt upp í 25-19, og síðstu fimm minuttirnar av dystinum skoraði Kyndil seks ferðir, meðan KÍF bert fekk tað eina málið.
Hesa løtuna av dystinum vísti Kyndil seg frá tí allarbestu síðuni, tá leikarar í fleiri umførum fóru flúgvandi í gjøgnum málteigin hjá KÍF. Fyrst skoraði Rókur Akralíð upp á ein sokallaðan flúgvara, har hann loftaði bóltinum í luftini inni í málteiginum og sendi hann í málið, og fylgjandi álopið var túrurin komin til Hans Áka Dal Christiansen, sum eftir júst somu uppskrift skoraði av vonginum.
Endaliga úrslitið gjørdist 31-20 til Kyndil, og sigurin var fult uppiborin. Síðstu løtuna av dystinum fall KÍF liðið fullkomiliga saman, og hetta dugdi Kyndil at gagnnýta til fulnar.
Við sigrinum hava meistararnir úr Kyndli vunnið seg fram um KÍF, og nú liggja teir á fjórða plássið. Kollfirðingar mugu hinvegin vísa nógv betri spæl, um teir ætla sær heiðursmerkir í ár.
 
 
Fakta
 
Kyndil-KÍF 31-20 (13-13)
Málskjúttar:
Kyndil: Rókur Akralíð 9, Høgni Klein 8 (4), Hans Áki Dal Christiansen 5 (1), Ken Zachariasen 3, Janus Einar Sørensen 3, Hjalti M. Jacobsen 2, Hans Arni Thomsen 1
KÍF: Daniel Rapa 6, Arnbjørn Hansen 4, Karl Johan Djurhuus 3, Damir Oros 3, Rógvi Weyhe 2, Niklas Reginsson 1, Gert Hansen 1
Brotskøst: Kyndil 5, KÍF 3
Útvísingar: Kyndil 4, KÍF 7
Diskvalifikatión: KÍF 1 (3x2 min)
Dómarar: Kári Hansen & Dánjal Samuelsen