Nú klári eg alt

- Fyrstu tíðina, tá eg legði meg at sova, hugsaði eg, at nú fór eg ongantíð at vakna aftur. Tað sigur 20 ára gamli Teitur Lamhauge Jensen, sum í desember fekk staðfest blóðkrabba. Nú er hann frískur, men tíðin á Ríkissjúkahúsinum, tá hann var sera illa fyri, hevur merkt hann fyri lívið

Í hesum døgum er havnarmaðurin Teitur Lamhauge Jensen ein serstakliga glaður men eisini troyttur drongur. Fyri fáum vikum síðani var hann liðugur við sína fjórðu og seinastu kemoviðgerð fyri blóðkrabba á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn.

- Sjálvandi vildi eg ynskt, at eg ikki kom út fyri hesi upplivingini, men hinvegin so havi eg lært nógv hesa tíðina og veit, at tá eg havi klárað hetta, so kann eg klára alt, sigur Teitur.


Byrjaði við høvuðpínu

Tað byrjaði alt fyrst í desember mánaði. Teitur hevði verið ógvuliga troyttur seinastu tíðina og illa fyri.

- Í umleið eina viku var eg ordiliga sjúkur, har eg hevði høvuðpínu, var svimmul og føldi tað, sum eg hevði eina ógvusliga influensu, greiðir Teitur frá. Hann varnaðist ikki, at nakað álvarsamt var áfatt, men fór allíkavæl til lækna, tí hann var so illa fyri. Læknin bað hann fara á ambolatoriið at taka blóðroyndir, men av tí at Teitur var so sjúkur, valdi hann at bíða nakrar dagar. Tá vikuskiftið var farið aftur um bak, hevði hann tað nógv betri og fór á ambolatoriið, har blóðroyndir blivu tiknar. Longu næsta dag, tann 14. desember, fekk Teitur eina uppringing frá pápanum, meðan hann var staddur á Tekniska Skúla, har hann gekk á SIT.

- Babba ringdi og segði, at svar var komið um blóðroyndirnar. Hann bað meg koma heim beinanvegin, tí vit skuldu á landssjúkrahúsið at tosa við læknan, minnist Teitur, sum ikki visti, júst hvussu álvarsom støðan var.

- Tá eg var heimkomin, fortaldi babba mær, at tað vóru ikki góð boð frá læknanum. Hann segði, at eg hevði blóðkrabba, og at vit skuldu fara á landssjúkrahúsið alt fyri eitt, sigur Teitur. Hann gjørdist ógvuliga skakkur og hevði ilt við at trúgva keðiligu boðunum, tí hvussu kann ein ungur drongur, sum ongantíð hevur drigist við sjúku, brádliga fáa blóðkrabba?

- Eg helt, at tað kundi ikki passa og vildi ikki ordiliga trúgva tí. Tað var líkasum ov ógvusligt til at kunna passa. Eg havi ongantíð verið sjúkur ella havt trupulleikar við heilsuni, so tú kanst ætla eg bleiv kløkkur, sigur Teitur. Hann minnist, at hann ikki visti, hvat hann skuldi siga í tí løtuni, pápin fortaldi honum keðiligu boðini, men hann hvørki fór at gráta ella gjørdist illur.

- Alt gekk rættiliga skjótt fyri seg. Á middegi var eg á landssjúkrahúsinum, og har fekk eg at vita, at eg skuldi við næsta flogfarinum til Danmarkar, sum fór klokkan 14.45, sigur Teitur.


Í viðgerð sama kvøld

Bæði foreldrini hjá Teiti komu við til Danmarkar fyri at vera hjá soninum. Alla tíðina, meðan Teitur var innlagdur á Ríkissjúkrahúsinum, búðu foreldrini á Sjúklingahotellinum. Tá flogfarið var lent í Kastup, fóru øll trý beinleiðis við hýruvogni á sjúkrahúsið, og Teitur bleiv beinanvegin koyrdur í viðgerð, tí støðan var sera álvarsom.

- Tey tóku eina roynd úr merginum, sum vísti, at blóðið innihelt 80 prosent av krabba, og tað er rættiliga nógv, hava læknarnir sagt mær, sigur Teitur. Hann fekk vætu, blóð og blóðplátur sama kvøld, sum hann var innlagdur, og næsta dag fekk hann kemoviðgerð í tablettformi. Henda viðgerðin tók hart upp á 20 ára gamla Teit.

- Eg bleiv øgiliga illa fyri, spýði og fekk febur. Matarlystin hevði eg ongan, so eg lætnaði eini 12 kilo upp á ein mánað, sigur Teitur. Hann var so óheppin at fáa bruna í blóðið orsaka av eini slangu, ið var til heilivág, sum sat í bringuni. Henda mánaðin át Teitur einki annað enn eina lítla skál av jogurti um dagin.

- Eg stríddist við at fáa jogurtið niður í meg, tí so slapp eg undan at fáa mat ígjøgnum sondu, sigur Teitur. Hann minnist væl, hvussu ofta tankarnir leitaðu heim til Føroya, nú tað var desember og vinfólkini fóru út í býin at hugna sær.

- Jólini eru ein hugnalig tíð, sum mær altíð hevur dámað væl. Serliga væl dámar mær at síggja býin vera vakur prýddan, men tað náddi eg ikki at síggja hesuferð. Eg hugsaði eisini nógv um, at nú fóru kammeratarnir út at stuttleika sær og njóta jólaferiuna, ímeðan eg lá innlagdur, greiðir Teitur frá.


Helt eg skuldi doyggja

Serliga tann fyrsti mánaðurin á Ríkissjúkrahúsinum kendist drúgvur hjá Teiti. Ikki tí, tíðin frá at hann sat í viðtaluhølinum hjá læknanum á landssjúkrahúsnum og til hann lá í sjúkrahússongini í Danmark gekk øgiliga skjótt.

- Hvørt kvøld í einar 14 dagar hugsaði eg um deyðan, tá eg legði meg at sova. Tankan “ná, nú sovni eg, og so vakni eg ongantíð aftur” hevði eg fleiri ferðir, men onkursvegna royndi eg ikki at hugsavna meg um tað, tí tað gjørdi meg keddan og ørkymlaðan, sigur Teitur og leggur afturat:

- Tað var tó ikki soleiðis, at eg ímyndaði mær mína egnu jarðarferð ella nakað, sjálvt um eg roknaði við, at nú var ikki nógv tíð eftir hjá mær her á jørðini, greiðir Teitur frá. Allir hesir ymsu tankarnir, sum Teitur gjørdi sær, eru ikki óvanligir, tá fólk verða rakt av álvarsamari sjúku. Tískil fekk Teitur eisini sálarfrøðiliga hjálp í boðið fleiri ferðir, meðan hann var sjúkur. Tí tilboðnum tók hann ikki av.

- Eg tosaði ikki við nakran um teir tankarnar, sum eg gekk við, sjálvt um mamma, babba og báðir beiggjarnir hjá mær vóru har. Og eg tímdi so slett ikki at skula tosa á donskum við onkran sálarfrøðing, fortelur Teitur við einum smíli. Fyrstu tíðina hevði hann lítið og einki samband við onnur enn foreldrini, beiggjarnar, læknar og sjúkrasystrar, sum vóru á deildini, Teitur lá á á Ríkissjúkrahúsinum. Áðrenn hann fór til Danmarkar, ringdi hann til sín góða vinmann og systkinabarn og greiddi honum frá um støðuna.

- Eg ringdi til hann, beint áðrenn eg skuldi vestur á flogvøllin í Vágum. Eg segði akkurát sum var, men hann trúði mær ikki heilt. Seinni prátaðu mammurnar hjá okkum saman, og tá gekk tað upp fyri honum, hvat tað var, sum var hent.


Jólaaftan í Ríkissjúkrahúsinum

Teitur hevði ongantíð ímyndað sær, at hann skuldi royna at hava hildið jólaaftan á Ríkissjúkrahúsinum. Men soleiðis bleiv tað á jólum í fjør. 24. Desember bleiv ein alt annað enn ein vanlig jólaaftan, minnist Teitur.

- Jólaaftan var eg komin upp at ganga aftur, sjálvt um eg framvegis var ússaligur. Fyrr um dagin ætlaði eg mær at súkkla á eini kondisúkklu, men í tí eg skuldi bukka meg niður at binda lissur á skógnum, fór eg at bløða ógvusligt næsablóð. Tað var akkurát sum at tendra ein vatnkrana, sigur Teitur. Blóðið hjá Teiti var so mikið tunt, at tað vildi ikki staðna aftur, og tá hann í eina góða løtu hevði bløtt næsablóð niður í ein posa, mátti ein næsalækni tilkallast, soleiðis at æðrarnar í nøsini kundu brennast. Teitur var skakkur av hesi hendingini, men dagurin bleiv als ikki betri. Seinnapartin jólaaftan fekk hann bruna í fótin, orsaka av nøkrum stórum bløðrum, hann hevði fingið um allan kroppin. Læknarnir hildu, at hann hevði fingið stafylokokkar, sum er eitt slag av bakteriu.

- Eg hevði øgiliga ilt av bløðrunum, so eg fekk nógv morfin, minnist Teitur. Á deildini, har Teitur lá, fingu tey øll dunnu at eta jólaaftan, men kemoviðgerðin hevði við sær, at stórt sæð allur smakksansurin hjá Teiti var horvin, so hann át jóladøgurða uttan at merkja góða smakkin frá dunnuni. Beiggin í Føroyum var komin til Danmarkar at halda jól saman við Teiti, foreldrunum og hinum beiggjanum, og hann hevði eitt heilt kuffert av gávum, sum allar vóru ætlaðar Teiti.

- Eg havi ikki fingið so nógvar jólagávur, síðani eg var smádrongur, men eg var so mikið illa fyri og troyttur av morfininum, at eg sovnaði tíðliga um kvøldið jólaaftan.


Fekk blóðtøpp á nýggjárinum

Nýggjársaftan bleiv eisini hildin á Ríkissjúkrahúsinum, tí Teitur var framvegis í viðgerð og innlagdur. Orkan var heldur ikki serliga nógv enn, men hann orkaði tó at vera uppi um midnáttarleitið og síggja yvir á Ráðhúsplássi og Tivoli, tá stóra fýrverkið var. Um hálvgum eitt tíðina fekk Teitur brádliga ógvusliga pínu í armin.

- Knappliga føldi eg tað, sum at onkur smekkaði meg fleiri ferðir í armin við einum hamara. Eg hevði øgiliga ilt, og eina løtu seinni, var armurin so mikið hovin, at tað sá út sum ein posi hekk í arminum. Fingrarnar fekk eg heldur ikki knýtt, greiður Teitur frá. Sjúkrasystrarnar vistu ikki beinanvegin, hvat bagdi Teiti, men ein ultraljóðkanning seinni um náttina staðfesti, at hann hevði fingið ein blóðtøpp í armin.

- Tað var stortnað blóð í æðrunum í arminum, og tí hevði eg fingið ein tøpp. Har var ikki nógv annað at gera, enn at koyra okkurt krem á, og so fekk eg serligar pínutablettir í einar tvær vikur, sigur Teitur.

Fólk hugsaðu um meg

Fyrstu tíðina samskifti Teitur stórt sæð ikki við vinfólkini í Føroyum. Orkan var ikki til telefonprát, sms ella Facebook, men vinfólkini høvdu á ongan hátt gloymt hann fyri tað. Tá Teitur fór aftur á Facebook, eftir ikki at hava loggað á í ein góðan mánað, bleiv hann ikki sørt bilsin.

- Tá eg fór á Facebook aftur, høvdu ein rúgva av fólki skriva til mín, har tey millum annað fortaldu, at tey vóru hørm um støðuna og ynsktu mær alt tað besta, sigur Teitur. Eisini fólk, sum hann ikki kennir, men sum høvdu hoyrt um hansara støðu, skrivaðu til hansara.

- Tað var eitt sindur løgið, at so nógv skrivaðu, og onkursvegna var tað eisini eitt sindur rotið at vita, at øll har heima snakkaðu um ein, greiðir Teitur frá og fegnast um tann dygga stuðulin, hann hevur fingið hesa tíðina.

- Eingin vendi mær baki. Vinfólkini vístu seg bara at vera enn betri vinfólk, enn eg helt, og eisini tey, sum eg kanska ikki fylgdist so nógv við, vóru ótrúliga fitt og stuðlandi, sigur Teitur. Hann skuldi tilsamans hava fýra kemoviðgerðir, og serliga tvær tær seinastu fóru illa við honum.

- Bæði triðju og fjórðu ferð eg fekk kemo, bleiv eg aftur øgiliga sjúkur, tí hesar viðgerðirnar vóru sterkari enn tær undanfarnu, fortelur Teitur, sum ongantíð misti alt hárið á høvdinum undir sjúkraleguni, sum fleiri annars gera.

- Sjálvt um hárið gjørdist nokkso tunt, so misti eg ongantíð alt hárið. Ímeðan eg var niðri, trimmaði eg mær fleiri ferðir, so um so var, at eg hevði mist alt hárið, hevði tað ikki gjørt mær tað stóra. Men nú eg hugsi um tað, so var tað kanska tað sum eisini gjørdi, at eg ikki sjálvur helt meg síggja so sjúkan út.


Venjing og bjartskygni hjálpir

Í apríl mánaði var Teitur liðugur við seinastu kemoviðgerðina, og sambært læknunum eru ongar krabbakyknur at síggja í blóðinum nú.

- Tá eg var liðugur við seinastu kemoviðgerðina var tað ein øgiligur lætti. Endiliga kundi eg síggja ein enda á hesum, sigur Teitur, sum ímillum seinastu kemoviðgerðirnar hevur havt egið kamar á Sjúklingahotellinum. So hvørt sum orkan gjørdist størri, fekk hann í boðið at vera við í eini granskingarætlan um venjing í samband við blóðkrabba. Teitur hevur tí vant ímillum kemoviðgerðirnar og tað er nakað, hann er sera glaður fyri.

- Eg havi ongantíð trenað nakað sum so, men nú dugi eg at síggja, hvussu stóra ávirkan likamlig rørsla hevur fyri kropp og sinn. Ímeðan eg var sjúkur, bleiv eg til tíðir eitt sindur deprimeraður, men so skjótt eg byrjaði at venja saman við einum fysioterapeuti, merkti eg, hvussu gott eg fekk tað, sigur Teitur, sum hevur vant styrki og konditiónsvenjing á Ríkissjúkrahúsinum.

Sjálvur heldur hann seg ikki vera stórvegis broyttan eftir at hava verið sjúkur, men allíkavæl sigur hann seg vera merktan av upplivingunum seinasta hálva árið.

- Eg haldi, at eg eri blivin vaksnari. Nú veit eg, hvussu skjótt lívið kann broytast frá einum degi til annan, og tað er nakað eg hugsi um. Haldi eisini, at eg ansi betur eftir mær sjálvum sum heild, sigur Teitur. At vera 20 ára gamal og hava upplivað álvarsama sjúku krevur ótrúliga nógv av psykuni hjá fólki, heldur Teitur, men hann er sannførdur um, at hansara positivi hugburður alla hesa tíðini, hevur hjálpt bæði honum og teimum nærmastu.

- Tað er umráðandi at vera positivur og brúka orkuna rætt, tí tá verður alt lættari, sigur Teitur, sum í løtuni er sjúkrameldaður. At hann fekk blóðkrabba og gjørdist frískur aftur, hevur fingið hann at hyggja eitt sindur øðrvísi upp á lívið.

- Nú hugsi eg um, at eg vil hava so nógv sum gjørligt burturúr, meðan eg eri her, og tí royni eg eisini at gera ymisk serlig ting saman við familju og vinfólkum, sum vit kunnu minnast aftur á, sigur Teitur. Eitt nú hava hann og tveir vinmenn í hesum døgum leigað sær eitt lekkurt summarhús í Danmark, har teir skulu búleikast í tvær vikur, meðan teir njóta danska summarið og fara til kappingina Danmarks Hurtigste Bil.

- Eg veit fullvæl, at eg altíð kann gerast sjúkur aftur, men læknarnir siga, at nú eri eg í sama vandabólki, sum øll onnur, í at fáa blóðkrabba. Nú sær alt gott út, og so tími eg ikki at hugsa alt hitt.