Mánadagin fáa italiumenn at vita, hvat stjórnin hjá Mario Monti, forsætisráðharra ætlar sær at gera fyri at skarva av hallinum á fíggjarlógini og fyri at fáa búskapin aftur á beint.
Vælvitandi keldur í Rom siga í kvøld, at ætlanin hjá stjórnini er at spara einastaðni millum 150 og 185 milliardir krónur tey bæði næstu árini. Umleið helmingin, 80 milliardir krónur, ætlar stjórnin at brúka til at skarva av hallinum, og hitt skal brúkast til at seta ferð á búskapin.
Sambært keldunum ætlar stjórnin at hækka pensjónsaldurin og at lækka pensjónina, og harafturat skulu tey, sum hava góða, løn, rinda meiri skatt.
Stjórnin hevur sett sær fyri at fáa javnvág millum inntøkur og útreiðslur á fíggjarlógini longu í 2013.