- Frá leygardegnum av verður slutt við, at mann bara tveitir bilar frá sær í Havnini.
Hetta sigur vakthavandi í løgregluni við in.fo í morgun.
Parkeringsansararnir í Tórshavnar kommunu fara nevniliga sum nakað nýtt eisini at arbeiða leygardagar fyrrapart í miðbýnum.
Hetta kemst av, at tað er trupult at finna tøkar parkeringsbásar í handilsgøtunum í miðbýnum í Havn leygarmorgnar. Tí verða nú flestu parkeringsbásarnir í miðbýnum við tíðaravmarkingini 30 minuttir eisini umfataðir av tíðaravmarking frá kl. 10 til 14 leygardagar.
Nýggjar talvur eru settar upp í býnum í sambandi við hetta, og farið verður undir hetta longu í morgin. Ein bót fyri ólógliga parkering er enn 200 krónur, og nú skulu borgarar í Tórshavnar kommunu altso vera eyka uppmerksamir uppá sína parkering í miðbýnum leygarmorgnar.
Sí annars mynd omanfyri, har gøtunøvnini standa, sum nú eru umfataðar av tíðaravmarking leygardagar.