Fiskamarknaður Føroya hevur nú gjørt sínar metingar um útlitini fyri landingum í næstu viku. Sagt verður, at eitt línuskip hevur boðað frá landing mánadagin, og helst koma nøkur línuskip inn at landa seinni í vikuni.
- Fiskasløgini hjá línuskipum verða ein blandingur millum tosk, hýsu, brosmu og longu.
Streymurin verður hampiligur í næstu viku, og veðrið sær út til at fara at verða hampiligt. Tí er væntandi, at nakað verður av útróðri.
- Av djúpvatnstrolarunum er ein á djúpum vatni og fiskar svartkalva. Hesin landar mánadagin. Hinir royna á grynri vatni og fiska mest upsa. Teir koma inn, sum vikan gongur.
Partrolarir fiska allir upsa, men onkur er, sum fær nakað av blálongu og kongafiski.
- Allir trolbátarnir fiska havtasku og koma inn miðskeiðis í vikuni sum kemur. Møguliga kemur onkur inn longu mánadagin vegna veður.
Fiskamarknaður Føroya sigur, at trý garnaskip eru til fiskiskap. Tey fiska øll havtasku og koma inn at landa miðskeiðis í vikuni.