Tung vóru boðini at fáa lítla jólaaftan, at Pól ikki var millum okkara longur.
Pól var føddur tann 04/02 í 1954. Hann var sonur Elias Poulsen av Ryggi og Theu Poulsen (fødd Hansen) úr Húsi.
Pól var næstyngstur av fýra systkjum, Anna var elst, síðan Póla. Hentzar var yngstur.
Pól hevur havt nógvan mótburð í sínum lívi. Mamman doyði longu í 1957. Tá var Pól bert 3 ára gamal. Hann kom síðan at vaksa upp hjá fastrini Honnu og manni hennara Edmundi Poulsen. Tey vóru sera góð við hann. Tíverri doyði Edmund longu í 1973 bert 52 ára gamal. Hetta var sera stórur smeitur fyri Pól. Edmund hevði tikið sær nógv av Póli. M.a. hevði hann Pól við til útróðrar frá tí hann var 8 ára gamal. Í nógv ár høvdu teir skarvsungar saman. Hesir vóru sera spakir og gingu og mólu millum fólk í túninum.
Vit Pól vóru nøkulunda javngamlir og vuksu upp í sama grannalagi, so vit spældu ofta saman í Rygstúni og aðrastaðni við. Børnini tá spældu øll úti og øll í býlinginum spældu saman, hóast stórur aldursmunur var. Vit spældu krógvarar, kombytte, borgir, kríggj, ymisk bóltspøl, spældu við horn, óku skíð og so framvegis.
Hæddarpunktið hjá okkum tá, mundi tó vera nýggjárið. Kappast var um, hvør býlingur hevði hitt størsta bálið í bygdini. Vit á Ryggi hildu mangan, at okkara var tað størsta. At samla pappeskjur og annað at brenna, vóru ofta Pól og Mogens teir, sum gingu á odda.
Eisini dámdu okkum sera væl at vera inni hjá skómakaranum og lurta eftir, tá teir vaksnu prátaðu.
Minnist Pól sum ein sera fittan drong. Hann var altíð vinarligur og blíður og gjørdi sjaldan fortreð, sum dreingjum tá ofta dámdu væl.
Tá Pól var 14 ár, fór hann til skips og sigldi hann til 1975. Tá byrjaði hann at arbeiða á flakavirki. Har arbeiddi hann í samfull 33 ár bert avbrotið av sjúkralegum, fyrst í Miðvági, har hann eisini var heiðraður fyri langa og trúgva tænastu (sí mynd) og síðan í Vestmanna. Í 2008 fór heilsan av álvara fór at bila, og hann mátti gevast. Pól var serstakliga raskur arbeiðsmaður, serliga á ungum árum, tá hann hevði kreftirnar. Hartil var hann samvitskufullur, sum Pólsmenninir eru tiltiknir fyri at vera.
Pól var klokkari í Miðvágs kirkju í eini 15 ár. Eisini hetta sjálvbodna álitisstarv røkti hann samvitskufult.
Lagnan var ikki blíð við Pól. Nógv av hansara nærmastu doyðu við stuttum millumbili. Pápin, Elias doyði í 1994. Í 1996 doyðu Egon og Sofus og í 1998 Hanna og Óla Hans. Hetta tók honum sera dygt. Tíbetur hevði hann góðar og hjálpsamar vinir í Ásu og Herleif og synum teirra. Har vitjaði hann næstan hvønn einasta dag, serliga tey fyrstu árini.
Í heyst fekk Pól so deyðsboðini av systirdóttrini. Tað var nokk dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir. Tey høvdu verið sera góð, og hann sá nógv upp til hana. Pól var sera tungur í huga eftir hetta. Lívsgleðin fjaraði burtur. Hann orkaði ikki at liva meira, nívdur sum hann var av sorg og sjúku.
Tosaði við Pól umleið eina viku áðrenn hann fór. Tá greiddi hann frá, at hann ætlaði at bjálva sær húsini. Hann greiddi tó eisini frá, at hann orkaði sera illa at ganga, hevði pínu út í armarnar, tá hann gekk og hevði fingið at vita, at hann ikki kundi fáa meira hjálp fyri hetta. Pól var keddur.
Tað er tungt hjá tykkum Annu, Pólu og Hentzar, sum hava mist so nógv, eisini at missa beiggjan so brádliga. Má Harrin styrkja tykkum í sorg tykkara.
Við hesum fáu orðum vil eg minnast Pól, tann friðar- og hampamaður hann var.
---------
Georg