Kyndilsmessa 2. februar: Kyndilsmessa er ein av teimum heilt gomlu kristnu halgidøgunum, varð kanska hildin longu í aðru ella triðju øld eftir okkara tíðarrokning - vit vita ikki rættiliga. Tað er við hesum halgidegi sum við so mongum øðrum, at hann verður hildin av fólki ella samkomum í styttri ella longri tíðarskeið, áðrenn dagurin verður staðfestur ella tíðarfestur av teimum kirkjuligu myndugleikunum.
Kyndilsmessa er í grundini ein av teimum mongu mariumessunum – varð eisini róptur reinsunardagur Mariu, og varð hildin til minnis um, at Maria fjøruti dagar eftir, at hon hevði átt son sín, fór við honum niðan til Jerúsalems fyri at føra hann fram fyri Harran; sagt verður frá hesum í Lukasar evangeliinum, 2. kapitilinum, har vit kunnu lesa um tey bæði gudrøknu fólkini Símeon og Onnu, sum fagnaðu tí nýfødda frelsaranumm. Hendan frásøgan leggur fyri við at siga: »Men tá ið reinsunardagar teirra eftir Móselógini vóru úti...«, og av tí kann eisini verða sagt, at kyndilsmessa, reinsunardagur Mariu, hevur uppruna sín eini 1200 ár fyri okkara tíðarrokning.
Í teimum gomlu ísraelitisku lógunum eru fleiri fyriskipanir viðvíkjandi songarkonum, og tann fyriskipan, sum sipað verður til hjá Lukasi, og sum Maria og tey gjørdu, stendur í 3. Mósebók, sum eisini er tann bókin av teimum fimm, sum júst hevur tær flestu og mest gjøgnumførdu lógirnar og fyriskipanirnar viðvíkjandi øllum lívinum hjá fólki, bæði gerandis og heilagt.
Í 12. kapitlinum í 3. Mósebók verður sagt um songarkonur: Tala til ísraelsmenn og sig: Tá ið kona verður við barn og føðir sveinbarn, skal hon vera órein í sjey dagar; á áttanda degi skal sveinurin verða umskorin; síðan skal hon sita heima í tríati og triggjar dagar. Og tá ið reinsunardagar hennara eru úti, skal hon bera prestinum veturgamlan seyð sum brennioffur og dúvuunga ella turtildúgvu sum syndaoffur: – Seinni verður sagt: Men eigur hon ikki fyri lamb, má hon taka tvær turtildúgvur ella tveir dúgvuungar, annan sum brennioffur og hin sum syndaoffur.
Tað er so henda reinsunarsið, Maria heldur seg til, sum sagt verður frá í Lukasar evangeliinum, og í hvussu so er kunnu vit eftir tí síggja at tey – Jósef og hon – hava verið so fátæk, at tey ikki hava átt fyri lamb. Reinsunarhátíð Mariu, sum seinni fær navnið kyndilsmessa, er sum upprunaliga ein jødiskur siður, hildin fjøruti dagar eftir føðiingina, og sum ein kristin hátíð vita vit, at hon hevur veirð hildin í Jerusalem fyrst í fjórðu øld, men tá er tað 14. februar, ið hildin verður, tí at tá varð føðingardagur Jesu enn hildin 6. januar.
Hátíðin var fyriskipað í árinum 524 av Jústinesi, keisara í Kongstantinopel ella Miklagarði. Sagt verður frá, at tá gekk ring sótt, sum menn hildu, at Maria fekk til at halda uppat. Høgtíðin fekk navnið purificatioa Mariae virginis – reinsan moynnar Mariu, og hon varð eisini rópt fundur Harrans og moður hans við Símeon og Onnu – tað, sum sagt verður frá í Lukasarevangeliinum.
Tað er skjótt, at dagurin fær navnið missa candelarum, og av tí kemur kyndilsmessa. Tað er í árinum 690, at Sergius pávi í Rom skipar fyri, at á hesi reinsunarhátíðini skuldu allar tær kertur, sum fóru at verða brúktar í kirkjunum tað árið, verða vígdar og signaðar, og í miðøldini varð eisini hildin stór skrúðgonga bæði inni í og uttan um kirkjurnar og eisini kirikjugørðunum, tá bar hvør maður brennandi kertu, bæði prestar og klerkar og leikfólk.
Av hesum fekk dagurin navnið kyndilsmessa og hevur havt tað síðani um øll Norðurlond. Í Onglandi hevur hon sama navnið, Candlemass, í Týsklandi rópa tey hana Lichtmesse – ljósmessa. Í einari íslendskari bók um hátíðir og merkisdagar í Íslandi og uppruna teirra verður sagt frá, at navnið á hesum degi eisini hevur verið kertamessa. Tað sæst ofta í íslendskum fornbrøvum frá fimtandu og sekstandi øld, men fyri ta tíð og eftir trúbótina er navnið kyndilsmessa vanligt. Helst er navnið á hesum degi, bæði í Føroyum og Íslandi ávirkað av tí enska Candlemass eins og mong onnur orð í kirkjumálinum. Annars er orðið ljósmessa fyri hesum degi ikki ókunnugt í Føroyum. Víða um í kristna heiminum hevur kyndilsmessan so verið hildin í øldir og hildin kanska líka heilag sum jólini og aðrar høgtíðir. Sjálvt navnið sigur frá, at høgtíðin muni vera hildin við nógvum kertuljósum, og soleiðis var tað í øðrum londum, at tey stoyttu mong kertuljós til ta høgtíðina og kanska eisini í Føroyum í katólskari tíð. Siður var, at kertuljósini blivu vígd á kyndilsmessu og signing lisin yvir tey.
Á kyndilsmessu skuldi dagurin vera longdur eina økt síðani stytsta dag, og gonguljóst var til klokkan 6 á kvøldi. Mett var, at helvtin bæði av torvi og hoyggi var gingin á kyndismessu. Um somu tíð roknaðist kjøtið frá heystinum at vera turt.
Kyndilsmessuaftan settu genturnar egg í glas, Áðrenn tær fóru til songar, settu tær eitt glas við vatni í vindeygað og koyrdu hvítan av egginum í vatnið. Um morgunin sóust ymskar myndir av skipum og húsum og øðrum, og myndirnar sipaðu til, hvat drongurin, tær fingu, skuldi havast at.
Ein siðurin var at kasta kráku.
Kyndilsmessumorgun tóku genturnar ein stein, ein torvkongul og eitt bein og fóru út og kastaðu hetta eftir tí fyrstu kráku, tær sóu sita nærhendis. Tá ið gentan kastaði, las hon hetta skjaldur:
Eg kasti stein
fái ikki mein.
Eg kasti kongul
bíði ikki longur.
Eg kasti bein,
ber tað til húsa heim.
Úr tí ættini, sum krákan fleyg, haðani skuldi drongur hennara koma.
Tað kom eisini fyri, at drongur kastaði kráku at vita, hvaðani genta hansara fór at koma.
Kyndilsmessan harða (1602) hevur verið tiltikin í Føroyum. Tá skuldi sund koma millum Kirkjubøhólm og land, Rivið koma í í Saksun, Ormurin á Viðareiði og Fuglafjarðarboðar skuldu søkka.
Søgnin sigur eisini, at umskift varð í Kvívík og Leynum. Í Kvívík kom urð og í Leynum lógv.
Kelda: Dagar og nøvn í álmanakkanum (Axel Tórgarð)