Nøkur orð um undirvísingarmiðlar

- íkast til orðaskiftið um føroyskar skúlabøkur

Tíðindaskriv
frá Føroya Skúlabókagrunni
??????????????????????????
"Hvat hevur tú lært í skúlanum?"
Tíbetur spyrja bæði foreldur og lærarar soleiðis hvønn dag, og tíbetur krevja tey flestu eitt nøkt-andi svar. Vit, sum fáast við at útvega undirvísingarmiðlar, eru komin til ta niðurstøðu, at tá ið námsfrøði, undirvísing og undirvísing-armiðlar eru á føroyskum og taka støði í tí heimi, sum næmingurin kennir, fær næmingurin mest burturúr - serliga í teimum yngru flokkunum.
Eisini úti í heimi er rákið tann næmingalagaða frálæran. Læribøkur, eisini roknibøkur - eitt nú í Danmark - taka fleiri og fleiri dømir og myndir inn í tekstin, sum donsk børn kenna júst frá sínum gerandisdegi. Tað er sjálvt námsfrøðiliga grundar-lag-ið, sum verður lýst í t.d. formælunum í donsku bókunum, at næmingurin skal kunna identificera seg við tann heim, sum verður lýstur í støddfrøðibókunum. Tí er danskt, norskt, íslendskt o.a. undirvísingartilfar óviðkomandi í sínum upp-runaformi í Føroyum.
Slík stevna er trupul at fremja í verki í Føroyum. Tí bæði heimliga umhvørvið eins væl og heimurin allur sum hann er, broytist alla tíðina, og tørvurin á dagførdum og nýggjum undir-vísingartilfari er støðugt vaksandi, samstundis sum fíggjarligu játtanirnar til endamálið eru støðugt minkandi.
Tá ið Skúlabókagrunnurin í hesum føri velur at geva sítt íkast til eitt orðaskifti um føroyskt undirvís-ingartilfar, so er tað til tess at rætta ymsar misskiljingar, sum verða endurtiknar í orðaskiftinum, og til tess at upplýsa um ein part av tilfarinum, sum føroyskir lærarar og onnur hava skrivað. Tilfar, sum mong, eftir orðaskiftinum at døma, ikki vita um.
Endamálið er eisini at gera vart við, at Skúlabókagrunnurin veit um tørvin á nýggjum undirvísingarmiðlum, og at skipaðar útgávuætlanir eru og verða lagdar fyri t.d. nýggjum støddfrøðibókum, soleiðis at ein fullfíggjað og endurnýggjað støddfrøðisbókarøð til allan fólkaskúlan er tøk í 2009.
Fyrst til føroysku støddfrøðibókarøðina, Sigma/ Skygni
Í 1987 varð farið undir at skriva føroyskar støddfrøðibøkur til allan fólkaskúlan. Tað eydnaðist við góðum lærarum og góðari fyriskipan at geva bøkurnar út ár um ár til 1995.
Meginreglan var, at so nógv rokning og støddfrøði sum møguligt skuldi taka støði í gerandisdegi barnanna, samstundis sum roynt varð at evna til ein hóskandi føroyskan málburð. Stórur dentur varð lagdur á, at støddfrøðibókarøðin skuldu lúka øll tey fakligu krøv, sum eru ásett av myndugleikunum.

Dagførdar roknibøkur
Í 1999 var øll útgávuheildin eftirmett á fundi við støddfrøðilærarar úr øllum landinum, og tóktist semja vera um, at tørvur var á broytingum og dagføringum. Síðani tá er grunnurin eftir skipaðari ætlan farin undir hetta arbeiði.
Til næmingarnar í fyrsta skúlaflokki eru undir felagsheitinum "Vit rokna" komnar út "Talbók", "Plussbók" og "Minusbók". Eisini er telduforritið "At rokna" útkomið, og nevnast kann ískoytistilfarið "Stuttlig pluss-tøl" og "Stuttlig minus-tøl". Í 2003 og í 2004 eru Skygni-bøkurnar til 8. og 9. skúlaflokk komnar út í spildurnýggjum líki, og ætlanin er, at øll støddfrøðibókarøðin skal verða endurnýggjað innan tey næstu 5 árini.

Fakliga í ordan
Eftir at hava samanborið føroysku Sigma/Skygni-bøkurnar við ein heilan hóp av donskum og útlendskum støddfrøði-systemum, er Skúlabókagrunnurin komin til ta niðurstøðu, at við teimum endurnýggingum, sum eru farnar fram og framhaldandi fara fram, lýkur bókarøðin tey fakligu krøvini til støddfrøðifrálæru í føroyska fólkaskúlanum. Harafturat viðger bókarøðin ein hóp av serføroyskum fyribrigdum so sum grindabýti, fiskivinnu, alivinnu, ítrótt og mentan, eins og bókarøðin viðger viðurskifti í Hetlandi, Íslandi, Noregi, Danmark o.s.fr.
Hvørjar læribókarøðir hin einstaki lærarin velur at brúka, fer grunnurin ikki at leggja seg útí, tað er ein avgerð sum skúli, lærari og foreldur eiga at taka í felag. Eitt frælsi, sum eisini Skúlabókagrunnurin metir sera høgt, og sum eigur at verða varðveitt.

Og so til landalæruna
Í grein í Dimmalættting tann 11. september 2004 viðger Randi Jacobsen, tíðindakvinna, føroyskt undirvísingartilfar undir heitinum "Gamalt føroyskt fram um danskt". Í ljósinum av tí, sum er sagt frammanfyri, kundi yvirskriftin eisini verið "Gamalt føroyskt fram um óviðkomandi danskt".
Í nevndu grein verður eisini annað undir-vísingartilfar viðgjørt. Har stend-ur: "Tað eru ikki bara bøkurnar í støddfrøði, sum eru so gamlar. Nýggjasta føroyska landalæran er frá 60-árunum, og heimurin og heimsins lond síggja ikki líka út í dag."
Vit hoyra mangan hesa mýtuna - henda pástandin, at einki føroyskt tilfar er til, og at tað sum er, er so gamalt. Men í hesum føri er tað ikki rætt. Tað er ein hópur av góðum og viðkomandi tilfari gjørt til lærigreinarnar landalæra og náttúru og tøkni, og landalærubøkurnar frá 60unum, sum sipað verður til, eru ikki longur til sølu.

Nógvar landalærubøkur
Í 1997 varð nýggj lærigrein skipað, sum eitur "Náttúra og tøkni" frá 4. til 6. flokk. Henda lærigrein fevnir um tað, sum vit vanliga kenna sum landalæra, lívfrøði og alis/evnafrøði. Í 1999 kom út "Náttúra og tøkni 1, grundbók, arbeiðsbók og amboðskassi", og í 2001 "Náttúra og tøkni 2". Ikki fyrr enn í 7. flokki verður landalæra sjálvstøðug lærigrein.
Umframt átta arbeiðshefti við høvuðsheitinum "Heimurin", og sum eru samskipað við føroyska "Heimsatlasið", er eisini yvirlitsverkið "Heimurin í hagtølum og evnum". Harumframt eru ellivu arbeiðshefti til "Árbók fyri Føroyar", hagtalsbók, sum verður givin út á hvørjum ári í samstarvi við Hagstovu Føroya. Landalærualfrøðin "Heimsins lond" hóskar væl sum kunnandi yvirlitsverk í fólkaskúlanum. Nevnast kunnu eisini sjónbondini "Vit í Norðurlondum". Til framhaldsdeild fólkaskúlans eru ætlaðar tær báðar týddu temabøkurnar "Náttúra og umhvørvi" og "Mentan og umhvørvi", báðar við før-oyskum arbeiðsheftum.
Enn er at nevna tað grundleggjandi bókaverkið "Føroya jarðfrøði" eftir Jóannes Rasmussen, sum er skipað soleiðis, at bókin er nýtilig í undirvísing á ymiskum aldursstigum. Filmurin "Upphav Føroya 1-3", sum Jóannes Rasmussen gjørdi saman við sjónvarpinum, er hentur at brúka saman við bókini. Samprentsbøkurnar "Rúmdin", "Jørðin" og yvirlitsbókin "Grót og steinar" eru eisini hentar í landalærufrálæruni. Saman við Bókadeild Føroya Lærarafelags gav Grunnurin í 2003 út "Veður og tíðindi í Føroyum 1875-2002", og er ætlanin at gera arbeiðsuppgávur við støði í hesari bókini.
Í nýggju lesiætlanini verður tað lagt upp til, at næmingarnir sjálvir, í samstarvi við læraran, úr ymsum keldum læra at finna sær relevant tilfar. Hetta er ein partur av menningini av næmingunum.

Viðkomandi undirvísingartilfar
Lat tað við hesum orðum vera nóg mikið á hesum sinni. Ætlanin var í stuttum at beina burtur ávísar misskiljingar, eins og ætlanin var at vísa á týdningin av, at undirvísingarmiðlar grunsins eru viðkomandi, taka støði í tí heimi, sum børnini kenna, og at málið er føroyskt, móðurmálið hjá børnunum. Viðkomandi lærdómur er grundarlag undir allari menning og búning hjá børnum. Óvið-komandi lærdómur verður í besta føri gloymdur og í ringasta føri ein forðing í samstarvinum millum lær-arar og næmingar.
Er tað onkur, sum hevur hug at kunna seg meira um ta undirvísingartilfar, sum Føroya Skúlabókagrunnur gevur úr, so ber til at leita inn á heimasíðu okkara www.fsg.fo.
??????????????????

Alexendur Jespersen, formaður í Skúlabókanevndini
Helena Dam á Neystabø, leiðari á Føroya Skúlabókagrunni