Nú kvøldini gerast longri, verður aftur farið at svinga?

     

Eins og undanfarnu ár skipar Dansifrøi fyri dansifrálæru í gomlum sum nýggjum dansum. Sí lýsing aðrastaðni í blaðnum.
Seinni í vetur verður eisini skipað fyri einum vikuskiftisskeiði í eingilskum dansi, sum er fyri øll dansiáhugað. Lýst verður nærri um hetta skeiðið.
Í endamálsgreinini í lógini hjá Dansifrøi stendur, at felagið er stovnað við tí í huga »at nøra og varðveita áhugan fyri gomlum dansum«.
Tað liggur nær at hugsa sær, at tað at dansa gamlar dansir er gamaldags. Men soeliðis munnu tey yvir 2500 fólkini, sum í eitt styttri ella longri tíðarskeið hava verið limir í Dansifrøi, neyvan hava hugsað.
Dansifrøi hugsar eisini um børnini og tey ungu og skipar tí eisini fyri dansifrálæru í »nýggjum« dansi.
Hetta er tó uttan fyri limaskipan hjá felagnum, og sleppa sjálvsagt tey ungu ikki við til veitslurnar hjá felagnum.
At dansa er stuttligt og gevur góða rørslu, tað er eisini ein góður máti at koma burtur frá tí dagliga arbeiðsresinum ?
Dansifrøi er eisini annað enn dansur! Tann sosiala samveran er eisini ein týðandi partur av felagsskapinum.
Umleið eina ferð um mánaðin hvørt vetrarhálvár verður skipað fyri hugnakvøldi við dansi. Nakrar fastar veitslur eru eisini, tað stóra kalda borðið, jólahugni/jólatræ saman við børnum, ársveitslan og avdansiveitslan.
Á hvørjum ári verður skipað fyri útferð til okkurt pláss í Føroyum. Fleiri uttanlandsferðir hava verið, og hava dansarar aðrastaðni frá eisini verið á vitjan.
Dansifrøi er eitt áhugafelag. Tað vil siga, at alt, sum fer fram í felagnum, er eitt úrslit av tí virksemi, ið nevndin skipar fyri, og teirri undirtøku, sum limirnir vísa felagnum.
Dansiárið hjá felagnum byrjar 22. sept. 2003 og endar við avdansiveitslu 25. mars 2004.