Seinastu árini hevur talgildingin sum heild vundið upp á seg og samstundis hevur korona sett ferð á eitt rák við alsamt vaksandi internethandli og færri brøvum.
– Vit síggja eina broyting í atburðinum hjá føroyingum. Internethandilin og talgilt samskifti veksur alsamt, og harvið broytist postvirksemið,sigur Joel undir Leitinum, stjóri á Posta, í tíðindaskrivi í dag.
Hann sigur, at ein avleiðing av hesum er, at nú verur posthúsið á Oyrabakka latið aftur. Viðskiftafólkini á posthúsinum gerast færri og samstundis skulu hølini á Oyrabakkavegi brúkast til annað virksemi, sigur han
Hann vísir á, at øll fara framvegis at brøv og pakkar heima við hús, og at senda brøv og pakkar. Men vilja viðskiftafólk heldur fara á posthúsið, eru nærmastu posthúsini í ávikavist Saltangará og Havn opin sum vanligt.
Seinasti dagur, posthúsið á Oyrarbakka er opið, er mikudagin, tað er 17. februar.