Nú letur bátahylurin á Válinum upp

Bátahylurin á Válinum verður tikin í nýtslu 16. september.

 

Nú kunnu spentir bátaeigarar í Kvívíkar kommunu gleða seg, tí 16. sep. 2017 opnar bátahylurin á Válinum, boðar kommunan frá.

 
Kommunan arbeiðir í løtuni við at leggja seinastu hond á el, vatn o.a. og so verður klárt at taka bátahylin í nýtslu.

 

Kvívíkar kommuna fer at gera eitt sindur burtur úr hendan dagin. Ætlandi fara bátar at sigla frá Skælingi til Válin har hátíðarhald verður kl. 15.00. 

 

Innan stutta tíð fáa bátaeigararnir kunning um, hvar teirra pláss er. Kommuna hevur lagt bátarnar eftir stødd og slag, boðar kommunan frá.