Nólsoy undir Havnina

   

Tórshavnar Býráð fer á fundi hóskvøldið at viðgera eina áheitan frá Nólsoyar Kommunu um at leggja kommunurnar saman ella at víðka samarbeiðið teirra millum. Henda áheitan er eitt gott høvi til enn eina ferð at hugsa um spurningin um samanlegging av kommunum sum heild.
Havnin hevur lagt saman við Kaldbak, Argjum, Norðradali, Syðradali og Kollafirði og avrátt er at leggja saman við Kirkjubø og Velbastað. Hetta eru alt eindir í Suðurstreymi, sum landfast er ímillum.
Orsøkin hjá nólsoyingum at tingast við Havnar Kommunu er ætlaða gongdin at leggja størri og kostnaðarmeiri ábyrgdir á kommunurnar. Tað krevur størri og fíggjarliga sterkari eindir.
Ein høvuðsspurningur í øllum hesum prátinum er kortini: Hvussu skilagott er tað, at núverandi kommunur totalt leggja seg undir aðrar størri grannakommunu?
Nólsoy og Tórshavnar Kommuna eru ikki ein samanhangandi landa-frøðilig eind. Nólsoy er ein oyggj fyri seg, og sjógvur er ímillum.
Allir nólsoyingar eru ofta í Havn, meginparturin arbeiðir kanska í Havn, men tað eru nógv fólk í Havn, sum ongantíð hava sett sín fót á land í Nólsoy og hava fá felags áhugamál við nólsoyingar.
Nólsoyingar hava eisini brúk fyri eldrarøkt, barnaansing, barnavernd, skúlum og øllum tí, sum aðrar kommunur hava brúk fyri, men eru ikki førir fyri at greiða hesi mál einsamallir, tá málsøkini verða kommunal burturav.
Men nólsoyingar eru og verða teir bestu til at taka sær av sínum egnu áhugamálum í nærumhvørvinum.
Nú høvið býðst, eigur orðaskiftið fyrst at snúgva seg um víðkað samarbeiði millum Tórshavnar Kommunu og Nólsoyar Kommunu. Í hesum orðaskifti eigur ikki bert at verða lagdur dentur á tað, sum Nólsoyar Kommuna ikki megnar. Vit skula eisini leggja dent tá tað, sum Nólsoyar Kommuna megnar betur enn ein samanløgd kommuna.
Loysnin kann eins væl verða ein nýggjur samarbeiðsformur millum ta stóru høvuðsstaðarkommununa og ta lítlu grannaoynna, har nólsoyingar varðveita sítt sjálvræði á teimum økjum, sum tað er nattúrligt at nólsoyingar sjálvir hava í hondum.
Tær staðbundnu nevndirnar, sum higartil eru stovnaðar í bygdunum, ið hava lagt seg undir Havnina, hava tíverri lítið vald. Tær kunna bara ummæla og hava onki umsitingarligt bakland at gera nakað fyri seg. Strangt tikið verða tær antin lopnar um ella drignar eftir hárinum.
Høvi er nú at seta nýggja stevnu. Hon kann vera: Latið myndugleika verða eftir í bygdunum til tey málini, sum bygdirnar megna sjálvar. Vissið teimum harnæst eitt væl skipað samarbeiði við eina størri eind um tær stóru uppgávurnar.
Samarbeiðið eigur ganga báðar vegir. Tað kann ikki bara vera hertøka og yvirgeving.
Onkur tileggjan at ráða fyri egnum umhvørvi má vera eftir, tí avreiðing av allari ávirkan á egin viðurskifti er meiningsleys.