Ein fastur táttur á Ovastevnu í Nólsoy, er svimjingin um Nólsoyarfjørð.
Hetta slag av svimjing er ikki ókent í Føroyum. Bæði menn og kvinnur hava víst kynstur sítt, og svomið um fyrðir og sund. Fyrsta eg minnist slíka svimjing, var tá eg á Jóansøku sá Birgit Hestoy og dóttrina Ingrid svimja um Trongisvágsfjørð.
Seinni gjørdu Birgir Enni, Jens Christian Mortensen og aðrir Sigmundi Brestisyni bragdið eftir, og svumu um Suðuroyarfjørð, hesaferð tó úr Lítlu Dímun.
Tó størsta bragd av hesum slag útynti Masters-svimjarin Sigurð Lamhauge, tá hann á sinni svam og rann um allar Føroyar. Og hvør veit, kanska verður hann við, tá lagt verður á Nólsoyarfjørð 17. august.
Aðrir Masters-svimjarar ætla sær við, hetta eru gamlir svimjarar og triathlon íðkarar, ið venja saman við Havnar Svimjifelag, og verður spennandi at síggja hvussu teir klára seg í kappingini við úrvalssvimjararnar.
Ein av svimjarunum á Masters-liðnum, er 41 ára gamli Erlendur Simonsen av Hvítanesi. Masters-svimjingina brúkar hann sum vetrarvenjing til eitt av sínum hjartamálum, nevniliga Nólsoyarsvimjingina. Erlendur hevði í fleiri ár hugsað um svimjingina, og 23. juli 1998 gjørdist dreymurin veruleiki. 16 svimjarar løgdu á fjørðin, og komu 14 á mál, og var Erlendur millum teirra,
Men hvør er so hesin maðurin, og hví ger hann hetta?
Sum sagt omanfyri, so er Erlendur 41 ára gamal, útbúgvin skipaførari, giftur, eigur 4 børn, og býr á Hvítanesi. Seinastu árini hevur hann siglt við Strandfaraskipum Landsins, serliga til Nólsoyar, í løtuni er hann skipari á Ternuni I, ið siglir inn á Skálafjørðin.
Hann hevur, uttan at tað hvørja ferð er sligið upp, verið við í nógvum ítróttatiltøkum, serliga á longri teinunum, og kunnu nevnast stóra svenska skírenningin Vasaloppet, marathonrenning, triathlonkappingar í Føroyum, og so sjálvandi Nólsoyarsvimjingin.
Erlendur sigur, at hann kendi væl Ova Joensen, og tá Ovi doyði, fór hann at hugsa um, hvussu hann best kundi stuðla ynskinum hjá Ova um at geva nólsoyarbørnum ein svimjihyl. Úrslitið var svimjingin um fjørðin.
Erlendur hevur svomið Nólsoyarfjørð fýra ferðir, og er hvørja ferð komin á mál við góðum úrsliti, og sum skilst á honum, so ætlar hann at halda á so leingi hann orkar, og tað kann lættliga verða eini 40 ár afturat. Men "dillur" hava tað við at smitta, og so er eisini her, sonur Erlends Róin, sum í 1998 var 13 ára gamal, útynti eitt satt bragd tá hann svam um Nólsoyarfjørð uppá 1.55.18. Hann hevur eisini seinni verið við í svimjingini.
Erlendur verður aftur við í ár, og verður hann sum veteranum mettur at hava góðan møguleika at gera seg galdandi í fremstu røð.
Niðanfyri síggjast úrslitini tey fýra árini kappast hevur verið um fjørðin, og hevur Erlendur, sum tann einasti, verið við hvørja ferð, meðan Dia Jacobsen er hann ið hevur vunnið oftast, nevniliga tvær ferðir
1. august 1998
1. Hallur. Stakssund.1 tíma 23min 40sek
2. Rannvá. Jacobsen.1 tíma 28min 00sek
3. Kári. Mortensen.1 tíma 30min 58sek
4. Erlendur. Simonsen.1 tíma 31min 54sek
5. Bogi. Hansen.1 tíma 32min 42sek
6. Katrin. Sørensen.1 tíma 33min 28sek
7. Kim. Bogi. Jacobsen.1 tíma 35min 00sek
8. Jóannes á Fløtti.1 tíma 39min 54sek
9. Ámundur. Nolsø.1 tíma 33min 45sek
10. Brian. Hansen.1 tíma 44min 40sek
11. Rókur í Jákupstovu.1 tíma 53min 58sek
12. Róin. Erlendson.1 tíma 55min 18sek
13. Bogi. Olsen.2 tíma 23min 36sek
14. Victor. Carlsen.2 tíma 32min 28sek
7. august 1999.
1. Dia. Jacobsen.1 tíma 38min 21sek
2. Rannvá. Jacobsen.1 tíma 46min 17sek
3. Erlendur. Simonsen.1 tíma 47min 39sek
4. Karl. O. Rasmussen.2 tíma 13min 10sek
5. Eivind. Warberg.2 tíma 15min 03sek
6. Niclas. Olsen.2 tíma 21min 10sek
7. Jóannis. Jacobsen.2 tíma 23min 12sek
8. Martin. Knudsen.2 tíma 25min 54sek
12. august 2000.
1. Mourits. Danberg.1 tíma 37min 33sek
2. Erlendur. Simonsen.1 tíma 47min 45sek
3. Niclas. Olsen.1 tíma 55min 38sek
4. Rókur í Jákupstovu.2 tíma 01min 36sek
5. Rúna. Poulsen.2 tíma 02min 07sek
6. Hilmar. Danielsen.2 tíma 06min 26sek
7. Katrin. Olsen. 2 tíma 07min 28sek
8. Karl. Jensen.2 tíma 21min 14sek
9. Eivind. Warberg.2 tíma 23min 56sek
11. august 2001.
1. Dia. Jacobsen.1 tíma 20min 27sek
2. Bogi. Lemvig.1 tíma 35min 16sek
3. Erlendur. Simonsen.1 tíma 47min 17sek
4. Kári. Simonsen.1 tíma 50min 10sek
5. Gunnar. Waagstein.1 tíma 58min 06sek
6. Rannvá. Jacobsen.2 tíma 13min 24sek