Nólsoyingar grína at sær sjálvum

Ovastevnukabarettin er ógvuliga lokal, men spælið hjá nøkrum av leikarunum er so gott, at øll fáa ein sunnan látur burturúr Fasta Ovastevnukabarettin er í ár rættiliga lokal, og bert eitt einstøk sena var avbygdasena.

Men fyri tað skulu fólk ikki halda seg aftur at fara at hyggja at kabarettini. Hon er ógvuliga stuttlig, og har er ein reyður tráður ígjøgnum allar teir 70 minuttirnar.

Berandi offurini í kabarettini eru tey somu, kann sigast, men eisini heilt nýggj og ósæddir nólsoyingar fingu hesaferð »sviðan« at kenna.

At láturin rungaði í Royndarhúsinum er kanska heldur ikki so løgið, tí Føroya í serflokki besti skemtileikari, Aksel á Botni (fyrr Joensen) var berandi kraftin á pallinum. Hansara serligu evni at liva seg inn í sínar leiklutir er »second to none«, og tær nýtist ikki at kenna teir persónar, sum hann eftirlíknar.

Annars koma øll væl frá sínum leiklutum, og eingin dettur burtur ímillum. Nólsoy hevur í mong ár verið viðurkend sum ein stórur alari av sjónleikaratalentum, og at tann tíðin ikki er farin, prógvar »A La Garagé«