Nólsoyingar mugu bíða

Í ár verða ongir pengar brúktir til nýggja Ritu at sigla ímillum Nólsoy og Havnina.

Tað staðfesti Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í lógarmálum í løgtinginum í gjár.

Í løgtinginum kjakaðust tey um ferðasambandið til tær smærru oyggjarnar norðanfyri og í hesum sambandi var Kaj Leo Johannesen vónbrotin av, at samgongan hevur ikki sett eitt klovið oyra av til nýtt skip til nólsoyarsiglingina á fíggjarlógini fyri í ár, hóast tíðin langt síðani er farin frá Rituni.

Helena Dam á Neystabø sigur, í ár fekk hon bara 3,5 milliónir á fíggjarlógini til íløgur og tær ætlar hon at brúka upp á nýtt skip til Fugloyar og Svínoyar ístaðin fyri Másan.

Hinvegin staðfesti hon, at næsta ár er ætlanin at seta pening av á fíggjarlógini til nýggja Ritu.

Í hesum sambandi sæst í uppskotinum til fíggjarlóg fyri í ár, at fyribils ætlar samgongan næsta ár at seta 20 milliónir krónur av tíl nýggja Ritu.

Men Helena Dam á Neystabø nevndi eisini møguleikan fyri at tvinna ætlanina um betri ferðasamband til Nólsoyar og Svínoyar og Fugloyar, saman.

Ì hesum sambandi nevndi hon, at verður nýtt skip útvegað til nólsoyarsiglingina, kann ein møguleiki vera at flyta Rituna til Norðoyar at sigla til Svínoyar og Fugloyar.