Nólsoyingar sera góðan útróður

Mikudagin vóru bátarnir úti. Teir fiskaðu heilt væl; Trý Systkin hevði 3.500 pund, Annika 3.500 og Tóra hevði somuleiðis millum 3.000 og 4.000 pund.

FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen

Dagarnir hava ikki verið nógvir, men teir, ið hava verið, hava verið góðir ? ja, so góðir, sum fáur veit um at siga.
Fimm útróðrarbátar rógva út í Nólsoy; Tóra, Trý Systkin og Annika royna við línu, meðan Maj N og Nøvan royna við snellu. Síðstnevndu royna vanliga eisini við línu, men teir gera seg nú til reiðar at fara á Norðhavið um hálvan februar og royna tískil við snellu, áðrenn farið verður norður um.

Góður dagur
Mikudagin vóru bátarnir aftur úti. Hendan dagin fiskaðu teir heilt væl; Trý Systkin hevði 3.500 pund á 12 stampum, Annika 3.500 pund á 20 stampum, og Tóra hevði somuleiðis millum 3.000 og 4.000 pund. Hvussu nógvar stampar Tóra setti, vita vit ikki, men helst hevur talið verið millum 12 og 20.
Hendan sama dagin vóru Maj N og Nøvan, sum júst hevur fingið nýggjan motor, við snellu; fyrrnevndi hevði 700 pund og hin 600 pund. Slagið var millumfiskur og toskur.
Sum skilst, hevur fiskiskapurin við snelluni verið smáligur, men hesin seinasti túrurin vignaðist hampiligt. Juul Jacobsen, sum eigur Maj N, sigur, at teir royndu uttarliga og eystarliga við hendan dagin.
? Vit plaga ikki at vera so uttarliga, sigur hann.

Aðrir góðir dagar
Juul sigur, at hóast veðurlagið hevur verið rættiliga óstøðugt í seinastuni, so hava bátarnir gjørt fleiri góðar túrar við línu í ár.
? Næstsíðsta túr hevði Tóra góð 6.000 pund á 22 stampum, og túrurin undan hesum var eisini heilt góður. So, hetta er betri fiskiskapur, enn eg havi vitað um áður. Hann sigur, at slagið, útróðrarbátarnir fáa, er mest góður millumfiskur ogt oskur.
? Tá ið teir hava roynt innari á bleytum botni, hava teir fingið nógva smáhýsu, men úti á er lítil hýsa uppi í veiðini, sigur Juul.
Sum skilst, hevur tað gingið hampiliga væl at fingið egnarar í vetur. So, tað er greitt, at útróðurin skapar nógv í eini so lítlari bygd sum Nólsoy.

Langir dagar
Allur fiskurin, sum útróðrarbátarnir í Nólsoy fiska, verður førdur inn á Toftir og seldur um uppboðssøluna.
? Hetta ger, at dagurin í minsta lagi gerst einar tveir tímar longri, enn um vit kundu lagt veiðina upp í Nólsoy. Vit noyðast at sigla 12 fjórðingar eyka hvønn tann einasta útróðrardag, tí teinurin er 6 fjórðingar hvønn vegin, úr Nólosoy og inn á Toftir.
Juul sigur, at stundum noyðast teir at bíða á Toftum, áðrenn teir sleppa fram at, og tá gerst dagurin uppaftur longri.
Spurdur, um teir stytta um útróðrardagin við at fara fyrri til lands, sigur hann, at tað gera teir ikki.
? Nú, vit royna við snellu, fiska vit so leingi, fiskurin tekur. So, hetta kunnu gerast langir útróðrardagar, sigur hann.
Eitt annað, sum útróðrarmenninir í Nólsoy hava at dragast við um vetrarnar, er vánaligu og ótryggu havnaviðurskiftini. Tosað hevur verið leingi um at bøta um hesi, men enn er so einki gjørt, sum ger, at útróðrarmenn kunnu vera tryggir við umstøðurnar, tá ið illveður er.

Á Norðhavið
? Nú verður so farið á Norðhavið um nakrar dagar. Vit gjørdu eitt gott vár í fjør. Haldi, vit fingu um 1.100 pund uppá dagin, og tað vóru vit væl nøgdir við.
Juul sigur, at teir hava fingið hús til leigu í Vík.
? Fiskurin verður landaður á Eiði, og síðan fara vit til Víkar at sova, sigur hann.
Útróðrarmaðurin sigur at enda, at seinasta summar royndist einki serligt, tí eingin sildafiskur var at fáa.
? Men so mikið betur royndist síðsta vár, og í vetur hevur nógvur fiskur verið at fingið við línu, sigur Juul Jacobsen.