Nólsoyingar settu næstan allar hinar uppá pláss

10-mannafør: Eysturoyingar fingu stórfingna móttøku, tá teir komu til hús aftur

Eysturoyingur hevur vunnið annað FM heitið upp í slag, og harvið er longu undan ólavsøkuróðrinum greitt, at tað verður tann sama manningin sum í ár, ið skal út um landoddarnar at kappast komandi ár.

Tá bátarnir hjá fjarbúgvunum komu aftur til Runavíkar leygarkvøldið varð skipað fyri stórfingnari móttøku í hølunum hjá NSÍ, ið eru í kjallaranum í ítróttarhøllini. Trailararnir koyrdu í hvønn krók í øllum bygdunum í kommununi, áðrenn teir komu á økið frammanfyri ítróttarhøllina, og hølini til móttøkuna vóru stúgvandi full við viðhaldsfólkunum, sum eru fjølgaði nógv í tali, síðani nýggja Eysturoyingurin sá dagsins ljós. Eingin nýttist at fara svagnur til hús, tí ein rúgva av øllum góðum var so at siga av sær sjálvum komið í NSÍ hølini, og Jákup Lamhauge, býráðsformaður, segði nøkur orð.

Hesa síðstu tíðina hevur nógv arbeiðið verið lagt í nýggja neystið á Glyvrum. Nú er tak komið á, vindeygu eru komin í, og tað hevur við sær, at flaggskipið í føroyskum kappróðri ikki stendur í einum kontainara men í einum neystið.


Nýggir kappingarneytar

Tað hevur verið tosað nógv aftur og fram um, hvussu tað fór at ganga hjá Eysturoyinginum, um hann ikki fekk tann rúkandi startin, sum hann hevur fingið á øllum stevnum.

Á vestanstevnu var starturin ikki so sannførandi, sum hann plagar at vera. Tað tóktist sum árarnar vildu ikki sum manningin vildi, og bæði Suðuroyingur og Nólsoyingur høvdu hug at halda seg framat í startspurtinum. Eysturoyingar eru vanir at venja á deyðavatni, og tað kann hugsast, at tað órógvaði teir meiri, enn tað órógvaði t.d. teir umborð á Nólsoyinginum, at tað var eitt lítið sindur í sjónum.

Men teir umborð á Eysturoyingi komu á áralagið, tað var skjótt at teir løgdu sjógv millum seg og hinar bátarnar, og so var tað bara ein spurningur um, hvussu nógvar bátslongdir teir fóru at megna at hølva hinar av við, sjálvt um róðrarteinurin bara var eitt túsund metrar. Tá bátarnir komu á mál var munurin meiri enn tvær bátslongdir.

Suðuroyingar hava hildið, at tað hevur verið meiri í manningini umborð á nýggja bátinum, enn úrslitini í undanfarnu stevnunum høvdu víst, og teir og manningin umborð á Nólsoyingi, sum tykist vera væl fyri, kappaðust alla tíðina um næstfremsta plássið. Fyri tey, ið hava áhuga í Havnarbátinum ? og tey plaga at vera mong ? kendist tað sum stórt vónbrot, at teirra bátur endaði aftastur. Lagið hevur ikki verið nakað serligt umborð á Havnarbátinum, og frammanundan vestanstevnuni høvdu teir skift tveir menn út. Tað frættist, at annar var vorðin sjúkur, og hin var farin til skips.

Vestmenningurin endaði næstaftast, og sjálvt um teir bara vóru 0,08 sekund frá næstfremsta plássinum, so var talan um vónbrot, tí vestmenningar hava aftur og aftur undirstrikað, at um teir ikki roknaðu við møguleikanum, at tað ber til at vinna á Eysturoyingi, so er eingin orsøk at rógva. Vestmenningur hevði ein sera vánaligan start, og spurningurin er, um teir fara at megna hetta betri á ólavsøku.