Nólsoyingur hevur framvegis møguleikan

Í Sandavági varð enn eina ferð sjón fyri søgn, at teir umborð á Eysturoyingi trívast illa, tá ið tað er nakað at í sjónum

Fyri aðru ferð í summar eydnaðist tað leygardagin Nólsoyinginum at vinna ein FM róður. Tey sjey vinnara stigini bera við sær, at Nólsoyingurin framvegis hevur møguleika fyri at vinna fyrsta FM heitið síðani 1989. Undan Ólavsøkuni eru fyritreytirnar greiðar, og tær siga, at tað ikki ber nólsoyingum sjálvum at gera av, um teir skulu vinna FM.
Nólsoyingurin er trý stig aftanfyri Eysturoyingin. Tað hevur við sær, at um nólsoyingar skulu hava nakran møguleika at vinna FM, so skulu teir vinna á Ólavsøku. Og so skal Eysturoyingurin ikki vera fremri enn nummar trý. So fær Nólsoyingurin sjey stig og kemur upp á 40, og Eysturoyingurin fær í mesta lagi fýra stig og kemur eisini upp á 40. Tá ið tað stendur á jøvnum í FM kappingini siga reglurnar, at tann vinnur, sum stóð seg betri í ólavsøkuróðrinum.
Hetta er møguleikin hjá Nólsoyinginum, men tað kann kortini ikki sigast annað, enn at tað er rættuliga sannlíkt, at tað skal eydnast Eysturoyinginum á Ólavsøku at endurvinna FM heitið.

Nólsoyingar stýrdu
Tað var rættuliga tætt á fyrstu metrunum í Sandavági. Vestmenningurin, sum higartil í ár ikki hevur staðið seg soleiðis, sum hann hevur gjørt nógvu tey undanfarnu árini, hekk væl uppi í fyrstu tvey hundrað metrarnar og kanska reiðiliga tað. Bátarnir vóru rættuliga tættir, men kortini var tað heilt skjótt, at Nólsoyingurin legði seg framum hinar, og so megnaðu teir tað sama, sum teir og hinir vinnararnir hava megnað fyrr í ár. Havnarbáturin og Eysturoyingurin gjørdu onkra roynd at hótta fremsta plássið hjá nólsoyingum, og onkra løtuna var tað heilt tætt, men so høvdu teir umborð á Nólsoyinginum eyka orkuna.
Undan endaspurtinum fór Nólsoyingurin frá kappingarneytunum. Hann kom á mál eina bátslongd frammanfyri Eysturoyingin. Millum Havnarbátin og Eysturoyingin var kappingin rætuliga stór um næstfremsta plássið. Men Eysturoyingurin var eitt lítið vet frammanfyri.
Havnarbáturin hevur ikki fingið tað burturúr árinum, sum róðurin á Norðoyastevnu legði upp til. Men teir umborð á Havnarbátinum taka kappingina í rættuliga stórum álvara, og úrslitið í Sandavági vísti, at teir hava møguleika at vera við í kappingini, og harvið hava teir við sigri á Ólavsøku møguleika at bjarga róðrarárinum. Í síðstu viku var Havnarbáturin vesturi í Vágum. Manningin koyrdi vestur og fyrireikaði seg í róðrarøkinum, har kappingin var leygardagin. Nú er Havnarbáturin aftur á Havnarvág, har teir fyrireika seg til kappingina í heimasjógvi, sum verður annan mánadag.

Rættuliga á útivølli
Eysturoyingurin hevur vunnið tríggjar róðrar, og hann er framvegis favorittur at vinna FM. Kappingarnar higartil vísa, at tað serliga er hjá Eysturoyinginum, at tað kemur illa við, um tað er eitt sindur at í sjónum. Teir tykjast ikki trívast í øðrum enn deyðavatni, og teir trívast best í kapping á 2000 metrum og á sløttum.
Á Norðoyastevnu róðu 10?mannaførini 1500 metrar í Klaksvík. Tá vóru umstøðurnar ikki optimalar. Vindurin var nógvur ímóti, og hóast Eysturoyingurin hevði góðan endaspurt, so var tað Havnarbáturin, sum vann. Á Skálafjørðinum og Kollafirði varð róð á 2000 metrum, tað var slætt, og Eysturoyingurin var báðu ferðirnar fyrstur á mál. Á Jóansøku var málið 2000 metrar. Men tað var eitt sindur av aldu úti á 2000 metra málinum, og tað tóktist ikki líka teimum, sum frammanundan høvdu vunnið rættuliga sannførandi tvær ferðir. Í hvussu so er megnaðu teir ikki at basa Nólsoyinginum.
Í Fuglafirði var púra slætt, og Eysturoyingurin vann á 2000 metra teininum. Í Sandavági vóru ikki somu umstøður, sum tær vóru í Fuglafirði, og Nólsoyingurin vann á 1000 metrum.
Á Ólavsøku verður FM kappingin avgjørd. Málið verður 900 metrar, og tað er eingin ivi um, hvørjar umstøður teir umborð á Eysturoyinginum ynskja sær. Á Ólavsøku er oftast rættuliga slætt. Onkra ferðina er tað kortini eitt sindur ófriðarligt frá Argjalandinum og inntil bátarnir koma í lívd av Molanum, men tað valdast sjálvandi um ættina. Enn er ov tíðliga at slota eftir forsøgnum fyri kappróðrarveðrið á Ólavsøku. Men teir umborð á Eysturoyinginum ynskja sær allar aðrar ættir enn landsynning, og tí ynskinum fara øll, sum ætla sær á Ólavsøku, at taka undir við teimum í.