Hetta vísir best, at leiðslan í Kringvarpinum ikki trýr upp á føroyskt sjónvarp og heldur vil leggja doyðin á at kappast við privatu miðlarnar. Tað merkir, at Kringvarpið fer heldur at nýta kreftirnar at flyta lýsingar frá Rás2, úr Dimmalætting, VikuBlaðnum og Sosialinum í útvarpið.
Tað hevur kringvarpsleiðslan sín fulla rætt til, tí tað er politiskur vilji, at Kringvarpið – sum skal látast at vera eitt public service kringvarp, skal fíggjast við lýsingarinntøkum og sponsoratum frá vinnulívinum. Soleiðis fáa privatu miðlarnir eina óvirðiliga og órættvísa kapping frá Kringvarpinum, sum hevur rætt til at krevja inn skatt frá fólki – meðan privatu miðlarnir bara liva av tí, sum teir kunnu selja.
Fyri nøkrum árum síðani varð gjørd ein politisk semja um, at lýsingarnar í Kringvarpinum skuldu niðurlagast eftir fimm árum.
Einki hendi.
Fyrst í øldini var tað Tjóðveldi, sum hevði mentamálaráðarran. Men einki varð gjørt. Síðani var tað Fólkaflokkurin – sum letst ikki at dáma so væl tungar almennar stovnar. Men einki hendi. So var tað Javnaðarflokkurin, men einki hendi, uttan at ein súltingarnevnd varð sett – og einki hendi.
Nú situr Bjørn Kalsø úr Sambandsflokkinum í Mentamálaráðnum. Vit kunnu siga, at allur bati bøtir. Hann kann í øllum førum ikki verða verri enn undanfólkini.
– Vælsignaði Bjørn Kalsø vís nú, at tú ert maður fyri tín sess. Fá skil á Kringvarpið. Tryggja fíggjarliga grundarlagið undir stovninum sum ein public service stovn.
Lat privatu miðlarnar um lýsingarmarknaðin, meðan Kringvarpið eigur kringvarpsskattin – ella tú koyrir stovnin á fíggjarlógina.
Privatu miðlarnir ynskja eitt gott og eitt sterkt kringvarp, sum kann ganga á odda og vera fakliga og mentanarliga fyrimyndin.
Um tú á slíkan hátt fekk tryggjað grundarlagið undir øllum teimum føroysku fjølmiðlunum, so kanst tú stoltur reisast úr sessi tínum – eftir at hava loyst ta nátúrligu uppgávu, sum øll undanfólkin hava runnið undan.