- Eg bara hugsi um, hvussu ræðuligt tað er, at Fólkaflokkurin skúgvar fólakræðið so dyggiliga til viks.
Annika Olsen, landsstýriskvinna fyri Fólkaflokkin, er ikki sørt fortørnað um, at meirilutin av tingmanningin og landsstýrisfólkunum hjá flokkinum vil hava, at Jørgen Niclasen skal halda fram sum formaður floksins.
Tingmanningin og landsstýrisfólkini høvdu fund í gjárkvøldið og har avgjørdi ein meirluti, at heita á floksleiðsluna um at velja Jørgen Niclasen til formann einaferð enn.
Eftir at Annika Olsen hevði eitt kanón úrslit á løgtingsvalinum, hevði hon annars bjóðað seg fram til at verða forkvinna fyri flokkin.
Men tá ið avtornaði fekk hon fimm atkvøður á fundinum hjá tingmanningini og landsstýrisfólkununum á fundinum í gjárkvøldið og Jørgen Niclasen fekk seks atkvøður.
Jørgen skúgvar veljaran til viks
- Hetta er at seta allar fólkaræðiligar spælireglar til viks, sigur ein rættiliga bersøgin Annika Olsen eftir ósigurin í gjárkvøldið.
- Tað hevur meirilutin í flokkinum gjørt og tað hevur serstakliga formaðurin, Jørgen Niclasen, gjørt, tí hann hevur fullkomiliga skúgvað veljarans dóm til viks fyri at tvíhalda um sessin sum floksformaður.
Hon sipar til tað góða løgtingsvalið hon hevði aftur ímóti úrslitinum hjá formanninum.
Veljarin hevur talað á valinum, men tað verður skúgvað til viks.
Annika Olsen, heldur, at meirlutin í flokkinum hevur tvíhildið um tað mest snævurskygdu tulkingina av lógini.
- Tann tulkingin er, at tað eru ting- og landsstýrisfólkini, sum tilnevna formannin og so skal floksleiðsan formliga velja viðkomandi til formann. Ting og landsstýrisfólkini tilnevna bara eitt formansvalevni og sostatt hevur floksleiðslan í veruleikanum onki val, men verður bara ein stempulklokka hjá Jørgen Niclasen.
- Hetta hevur onki við fólkaræðið at gera, leggur Annika Olsen afturat.
Hon sigur, hetta forðar fleiri ið at bjóða seg fram sum formansvalevni og tað er ikki serliga demokratiskt.
Tá ið reglar og mannagongdir vórðu broyttar nakað síðani, var tað við tí heilt greiða endamálið at gera formansvalið meiri demokratiskt.
- Tá spurdi eg heilt ítøkiliga um hetta merkti, at fleiri kundi bjóða seg fram til eitt veruligt formansval og tá var svarið eitt heilt greitt ”ja”.
- Tá ið Jørgen Niclasen fór frá sum landsstýrismaður, boðaði hann frá, at flokkurin skuldi gerast meiri gjøgnumskygdur og demokratiskur í sambandi við formansvalið.
- Men tá ið avtornar, krøkir flokkurin seg kortini fastan í ta mest snævurskygd tulkingina og tað er ræðandi, heldur Annika Olsen.
- Tað, sum hendi í gjárkvøldið, var ikki ætlanin og so kunnu tey annars koma við so nógvum løgfrøðiligum metingum, sum tey vilja, leggur hon afturat.
Vil hava greitt svar
At Annika Olsen tapti stríðið um formanssessin, er ikki fyrsti ósigurin hjá Anniku Olsen í Fólkaflokkinum.
Tá ið samgongan varð skipað vildi hon sleppa at verða landsstýriskvinna í fíggjarmálum, men tað vildi flokkurin ikki og setti Jørgen Niclasen í starvið ístaðin.
Og tá ið hon á sinni legði uppskot fyri Løgtingið um at broyta kommunubygnaðin og leggja kommunur saman, fekk hon slíka harðrenda viðferð frá sínum egnu floksfeløgum á sjálvum tingsins røðarapalli, at vit hava neyvan hoyrt makan á Føroya Løgtingi.
Vit spyrja tí Anniku Olsen um hon følir seg so illa viðfarna, at hon umhugsar sína støðu í flokkinum.
- Hetta er í øllum førum ikki serliga eggjandi. Men eg fari ikki at hótta við nøkrum, tí nú má eg fyrst koma yvir tann veruleika, at flokkurin ikki tekur fólkaræðið í álvara og so fáa vit at síggja.
Hon sigur, at hon vil hava at vita frá floksleiðsluni sum heild um tey eru samd við mannagongdini hjá ting- og landsstýrisfólkunum og hon vil hava at vita frá landsfundinum um hetta er støðan hjá flokkinum.
- So taka vit tað haðani frá, sigur hon.
Men hon leggur afturat, at eru floksleiðsla og landsfundur samd við tingmanningini og landsstýrisfólkunum, kemur tað heilt óvart á hana.
So ódemokratisk heldur hon, at mannagongdin er.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Jørgen Niclasen.
- Veljarin hevur talað, men tann dómin hevur meirilutin av umboðum floksins í løgtingi og landsstýrið fullkomiliga skúgvað til viks, so at Jørgen Niclasen kann krøkja seg til valdið