Tá ið Strandferðslan leigar eitt skip hereftir, má hon tryggja sær, at skipið hevur øll neyðug loyvi.
Tað sigur Henrik Old Landsstýrismaður í samferðslumálum, nú tað er komið fram, at Strandferðslan hevði leigað at skip at sigla við ferðafólki í Kalsoynna, uttan at skipið hevði tey neyðugu loyvini. Les meiri um tað við at trýsta HER
Henrik Old sigur, at higartil hevur slíkt verið ein spurningur um álit ímillum partarnar og at skiparin og eigarin hava verið trygd fyri, at skipið hevur øll neyðug loyvi. Men nú er tað álitið farið og tískil má Strandferðslan sjálv tryggja sær, at eitt skip, hon leigar, hevur øll neyðug loyvi.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Henrik Old greiða frá teirri margháttligu støðuni, Strandferðslan kom í.