Nú mótmæla suðuroyingar eisini í handlunum

Vónin hjá suðuroyingum er at fáa 2.000 undirskriftir til frama fyri betri ferðasambandi á suðuroyarleiðini

Í gjár varð eitt mótmælisskriv lagt út á netið, har mótmælt verður um óstøðuga sambandið og óvissuna á suðuroyarleiðini í kjalarvørrinum av avloysaraskipinum hjá Smyrli, Prince.

Les eisini: Prince var dropin - nú savna suðuroyingar undirskriftir

Men nú hava suðuroyingar eisini lagt mótmælisskrivið út í handlarnar í oynni, har til ber hjá fólki at skriva undir. Hetta er gjørt, tí tað ikki eru øll, sum eru so teldukøn og duga at skriva undir talgilt. 

Higartil hava fleiri enn 600 fólk skrivað undir á talgildu undirskriftainnsavningina hjá suðuroyingum.

Annars kann sigast, at Prince aftur í kvøld hevur fingið sinnið í kók hjá nógvum ferðafólki, tí skipið er hálvan annan tíma seinkað úr Havnini í kvøld.