Næmingar í Fuglafjarðar skúla koyra prutl

Mánadagin vóru næmingar í 8 flokki á Fuglafjarðar Skúla hepnir, meðan teir høvdu motorlæru sluppu teir nemliga at prøva eitt gamalt prutl, sum teir høvdu arbeitt uppá í tímanum. Lærarin koyrdi eisini prutli, onkur sum hevði frætt um hetta boðaði læraranum frá, at ein eldri maður í Klaksvík júst hevði rudda eina gamla knallert út, tí hon skuldi beinast burtur. Knallertin hevði staðið í kjallaranum hjá hesum manni í 22 ár.

 

 

Mikudagin fóru nakrir næmingar úr 9 flokki at royna seg við hesi knallertini. Treiskir og hugagóðir dreingir megna nógv, fýra tímar seinni koyrdi knallertin. Omanfyri sæst filmsbrot har næmingar koyra á knallertini í skúlagarðinum á Fuglafjarðar Skúla.