Næmingaráðið á Glasi: - Umstøðurnar ikki í lagi

Næmingaráðið heldur ikki, tað er í lagi, at næmingarnir blivu fluttir inn í skúlan í ár

Landsverk hevur gjørt ein lista við 21 ábøtum, ið skulu gerast á Glasi. Her skulu íløgur m.a. gerast í atkomuviðurskifti, brunatrygd, persónstrygd og arbeiðsumhvørvið. Har skulu gerast nýggjar hurðar, rýmingarleiðir, nýtt ljós, og betri viðurskifti skulu gerast til rørslutarnað umframt onkrar umbyggingar. 

 

Næmingaráðið á Glasi heldur ikki, tað er í lagi, at næmingarnir blivu fluttir inn í skúlan í august í ár, tí umstøðurnar, sambært teimum, ikki eru nøktandi.

 

- Vit næmingar síggja, hvat hendir, og hvussu umstøðurnar eru á skúlanum og kunnu staðfesta, at har eru ting, ið als ikki eru í lagi. Tað er ikki okay, at umstøðurnar eru, sum tær eru. Tað skal ikki vera so, at vegna vánaligar karmar og umstøður, at eins egna luttøka verður tarnað ella at umstøðurnar neiliga kunnu ávirka okkara skúlagongd og undirvísing og tískil forða framtíðar útbúgvingarmøguleikar, skrivar Næmingaráðið á Glasi á Facebookvanga sínum.

 

Næmingaráðið á Glasi vónar, at landsins myndugleikar kunnu loysa trupulleikarnar, samstundis sum ráðið sjálvt arbeiðir fyri at skapa best møguliga trivnaðin.