Týsdagin handaðu næmingar í 10. flokki í Vestmanna skúla Føroya felag móti krabbameini ein kekk á slakar 72.000 krónur, sum tey høvdu savnað saman til felagið
- Hugflogið kennir eingi mørk, tá ið viljin at hjálpa er til staðar. Av sínum eintingum fóru 10. floks næmingar í Vestmanna skúla herfyri undir eina verkætlan, sum hevði til endamáls at læra, hvussu tað er at savna inn pengar til eitthvørt tiltak. Næmingarnir valdu at stuðla Krabbameinsfelagnum, tí tey hildu tað vera eitt gott endamál. Krabbamein er tann sjúkan, ið rakar flest føroyingar, og øll kenna onkran, sum hevur verið ella er raktur av krabbameini, skrivar Føroya Felag móti Krabbameini í tíðindaskrivi.
Og víðari siga tey:
»Og tað má sigast, at hesir 11 næmingarnir hava dugað væl. Í ymiskum tiltøkum í tveir mánaðir, harav trý vóru rættiliga stór, savnaðu næmingarnir slakar 72.000 krónur inn, sum óskerdir eru latnir Krabbameinsfelagnum. Vestmenningar hava tikið sera væl undir við hesum stiginum, ið næmingarnir hava tikið; bæði privatfólk og fyritøkur hava víst stóran áhuga og stuðlað verkætlanini dyggiliga.
Gjáramorgunin bjóðaðu næmingar til tíðindafundar, har tey løgdu verkætlanina fram fyri næmingum og foreldrum.«
- Vit eru sera ovfarin av, hvussu nógv næmingarnir hava gjørt burturúr og hvussu væl tey hava dugað. Umframt stór og smærri tiltøk hava tey skipað fyri mótaframsýning, selt lutaseðlar, eisini umvegis internetið og tá ið stóra stuðulskonsertin var. Undir framløguni av verkætlanin sungu og spældu tey ein sang, sum tey høvdu yrkt um at stuðla Krabbameinsfelagnum, greiðir Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari í Krabbameinsfelagnum, frá.
- Vit høvdu ikki droymt um, at tey gjørdu so nógv burturúr og at tey fóru at fáa so góðan stuðul. Tey hava gjørt eitt ótrúliga stórt og flott arbeiði, sum vit eru sera glað og takksom fyri. Tey hava dugað sera væl at varpa ljós á krabbamein, Krabbameinsfelagnum og marknaðarført tiltakið. Frá okkum fáa tey bert rós og toppkarakter fyri verkætlanina.
Peningurin kemur sera væl við og verður nýttur til tiltøk, sum Krabbameinsfelagið skipar fyri.
- Henda verkætlan er heilt víst nakað, ið onnur kunnu læra av og gera teimum eftir, um ikki endiliga at stuðla Krabbameinsfelagnum, so at stuðla øðrum. Haldi at hesir næmingar hava lært so ótrúliga nógv við hesi verkætlan, sum tey ikki hava lært fyrr og neyvan koma at læra við vanligari skúlagongd. Vit siga stóra tøkk!
V/ Føroya Felag móti Krabbameini
Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari