Næmingur skotin í Svøríki

Næmingurin hótti floksfelagar á skúlanum, leyp á løgreglumann við knívi og varð síðani sjálvur skotin. Eitt størri drama sá dagsins ljós í morgun á Ljungskile Fólkaháskúlanum norðan fyri Göteborg í Svøríki.

Klokkan 07.54 fekk løgreglan boð um, at ein av næmingunum á skúlanum ? ein maður í 20-árunum ? hevði fingið bráfangis sálarligar trupulleikar og hevði vápnað seg við einum knívi.

Hann rann runt og uppførdi seg hóttandi móti næmingum og lærarum á skúlanum, sigur Thomas Fuxborg, talsmaður fyri Västra Götalands politi við expressen.se.

Næmingurin gyrdi seg á einum wc, hótti við at skera seg sjálvan í búkin og setti brandalarmin frá.

Knappliga læt maðurin hurðina upp og loypur á løgregluna. Ein av løgreglumonnunum á staðnum skjeyt tí eftir beininum á manninum, sigur Thomas Fuxborg.

Næmingurin er nú koyrdur á Uddevalla Sjúkrahúsið, men er sambært løgregluni uttan fyri lívsvanda, skrivar expressen.se.