Námsfrøðiliga økið skal styrkjast

Eftirsum børn í dag eru so nógv á stovni, skal alt tað námsfrøðiliga økið styrkjast og mennast munandi. Hetta var niðurstøðan á Trapputingi um børn og ung í gjárkvøldið

Í gjárkvøldið, mikukvøldið 13. desember, var Trapputing í Miðlahúsinum, sum Pedagogfelagið og Miðlahúsið skipaði fyri.

Til viðgerðar vóru umstøðurnar hjá børnum og ungum, við støði í barna-, ungdóms-, familju og sosialpolitikki. Harumframt var eisini nortið við námsfrøðiliga økið sum heild, og ikki minst tørvin á námsfrøðingum.

Fundurin, sum varð varpaður beinleiðis á Rás 2, varð skipaður sum pallborð við umboðum fyri allar politisku flokkarnar, og hevði fundarfólkið eisini høvi at seta spurningar og at koma við viðmerkingum.


Dygd og menning

At livikorini hjá føroyskum børnum eru munandi broytt hesi síðstu árini, er ongin ivi um. Meðan bæði foreldrini arbeiða úti allan dagin, og ommur og abbar eisini eru virkin á arbeiðsmarknaðinum, eru tilboðini til børnini ikki lagað til nýggja veruleikan.

Meðan alt fleiri uppgávur verða lagdar yvir á professionel fólk, so sum námsfrøðingar og lærarar, so setir hetta eisini heilt nýggj krøv til dygdina í hesum tilboðum. Hetta hevur eitt nú við sær, at meðan fólk fyrr sóu stovnarnar sum eitt ansingartilboð, har børnini vórðu havd í varðveitslu meðan foreldrini vóru til arbeiðis, so er ongantíð meira týðandi enn beint nú, at øll børn hava rætt til eitt dygdargott námsfrøðiligt tilboð allan barndómin. Men hetta krevur samstundis, at stóra trotið á námsfrøðingum verður nøktað, og at pedagogskúlin sleppur at taka í minsta lagi ein flokk afturat inn um ári. Sambært Pedagogfelagnum er kravið í dag, at 2/3 av starvsfólkunum á einum dagstovni eru pedagogar, men veruleikin er tann, at støðan er júst tann øvuta, soleiðis at umleið 600 pedagogar mangla í Føroyum. Sum er, verða 25 fólk tikin inn á Pedagogskúlan á hvørjum ári.

Bæði millum politikarar, sum sótu í pallborðinum, og millum áhoyrararnar, var breið semja vera um, at alt ov fáir námsfrøðingar í Føroyum.


Renna skjótari

Eitt annað, sum nýggi veruleikin hjá føroyskum børnum hevur við sær er, at øll skulu renna skjótari og arbeiða meira fyri at fáa endarnar at røkka saman. Hetta hevur við sær, at bæði børn og vaksin líða av strongd og sálarligum trupulleikum. Á fundinum í Miðlahúsinum var semja um, at bøtast skal um umstøðurnar hjá barnafamiljum. Tey flestu nevndu í hesum sambandi leingjan av barnsburðarfarloyvinum, umframt at summi hildu tað vera eitt hugskot at stytta um arbeiðstíðina hjá foreldrum við smáum børnum. Eisini var nógv tosað um, hvat skal til, fyri at fáa betri javnvág millum arbeiðs- og familjulív. Her nevndi onkur, at tað eisini er upp til arbeiðsmarknaðin og arbeiðsgevararnar at laga arbeiðslívið hjá starvsfólkum við børnum soleiðis, at støðið verður tikið í ynskjum og tørvi hjá einstaka starvsfólkinum. Tað er ein sannroynd, at trot er á væl skikkaðari arbeiðsmegi, og er tað tí upp til leiðslurnar at hjúkla um starvsfólkini.


Á veg í skúla

Støðan hjá teimum 6 ára gomlu var eisini uppi at venda. Summi hildu tað vera eitt gott hugskot at senda børnini í skúla, meðan onnur hildu tað vera skilabetri, at tey vera verandi á stovni. Samanumtikið tóktist semja vera um, at tey 6 ára gomlu hava ein annan tørv enn vanliga barnagarðstilboðið, og at tey skulu hava eitt meira avbjóðandi tilboð. Men í løtuni eru karmarnir í skúlunum ikki egnaðir til so smá børn, so tað er upp til myndugleikarnar at gera eina millumloysn, har bæði lærarar og pedagogar eru saman um uppgávuna.


Samanumtikið ein góður fundur, har komið var víða um. Endamálið við Trapputinginum er ikki at finna loysnir, men at varpa ljós á viðurskiftini. Um vit meta eftir øllum prátinum í salinum, tá ið mikrofonirnar vóru sløktar, var hetta endamál væl og virðiliga rokkið.