Nú mugu eisini vit gera okkara

Nú hevur ein bólkur afturat tikið stig til at savna inn undirskriftir til frama fyri tey samkyndu og tey verða sera væl móttikin allastaðni

Samkynd
 

Nú er enn ein innsavning av undirskriftum farin ígongd til frama fyri rættindini hjá samkyndum.
Hesuferð er tað ein bólkur av átta konufólkum, sum hava tikið stig til innsavningina
Endamálið er at ávirka Løgtingið til at taka undir við at broyta lógina, so at samkynd verða betri vard.
Løgtingið skal hava málið til viðgerðar  fríggjadagin viku og ætlanin er at ávirka avgerðina so mikið, at uppskotið um at verja samkynd betri, verður samtykt.
- Vit eru átta vanlig konufólk, sum hava  tikið stig til hetta, tí vit halda ikki, at vit  kunnu tiga longur, siga Drós í Ólavstovu, Birita Biskopstø og Guðrun Eysturlíð, sum ganga runt við listum, har tað ber til at skriva seg á.
Umframt tær tríggjar, eru tað Alda í Ólavstovu, IngunHentze, Jeanette Ellefsen Blåsvær, KarinDahl og Kristianna Winther Poulsen, sum hava tikið stig til innsavningina.
Listar, sum fólk kunnu skriva seg á, verða lagdir í handlar, kunningarstovur, bensinstøðir og á kafé’um um alt landið.
Men tað ber eisini til at skriva undir við at senda teldubræv við fullum navni, bústaði og føðingardagir til grein266b@hotmail.com 
Nú hevur nogv verið frammi um, at undirskriftirnar, sum verða savnaðar inn um teldupostin, eru ikki eftirfarandi, tí eitt nú stendur, at bæði Jenis av Rana og Jógvan á Lakjuni skrivað undir donsku innsavningina, men er sjálvsagt tí, at onkur skrivar upp á nakkan á teimum.
Tað ætla føroysku innsavnararnrir at byrgja upp fyri við at tey, sum mótmæla um teldupost, skulu sjálvi senda eitt t-bræv við fullum navni, bústaði og alduri, so at tey síggja, hvør hevur sent.
Og tey siga eisini, at tey ætla at gera eitt sindur av hagtølum burturúr, so at tað fæst eitt sindur at vita um, hvørjir samfelagsbólkar taka undir við hesum, um tað eru mannfólk, konufólk og aldursbýtið.
 
Stúra fyri at tað fellur
Ætlanin er at handa Løgtinginum undirskriftirnar áðrenn tingið fer at atkvøða um málið.
Tær siga, at tær stúra fyri, at Løgtingið fellur málið einaferð afturat.
- Gera vit onki, eru vit við til at fella tað við okkara tøgn, siga tær.
Tí halda tær, at tað áliggur teimum at gera tað, sum tær kunnu og tað er hetta so ein roynd upp á.
Hóast tað tykist at ganga strilti at fáa Løgtingið at samtykkja uppskotið, eru tær sannførdar um, at meirilutin av føroyingum heldur, at vit skulu hava eitt samfelag, sum er merkt av tolsemi og virðing fyri øllum og eitt samfelag, har rásarrúm er fyri allar borgarar.
Tær siga, at tær umhugsaðu hetta longu tá ið málið var fyri í fjør, men væntaðu ikki, at støðan varð so vánalig, at tað fór at fella.
- So tá ið málið tekur seg uppaftur, halda vit, at vit eiga at gera tað, sum vit føla, er okkara skylda.
Tær siga, at tær verða avbera væl móttiknar allastaðni og hóast tær bara hava savnað inn í nakrar fáar dagar, hava tey longu fingu fleiri hundrað teldubrøv, umframt tey, sum hava skrivað undir ein lista.
 
 
 
 
 
Tríggjar av teimum átta konufólkunum ganga runt og leggja listar í handlarnar. Birita Biskopstø situr, vinstrumegin stendur Drós í Ólavstovu og høgrumegin, Guðrun Eysturlíð.