- Hendan avgerðin er endalig, so nú mugu Johnny í Grótinum og Liljan Weihe setast við samráðingarborðið, sigur Rúni Heinesen, stýrisformaður í Kringvarpinum í stuttari viðmerking í dag.
Mentamálaráðið hevur tikið avgerði í málinum um uppsagnina av Liljuni Weihe. Tað var síðst í november í fjør, at Liljan Weihe fekk ætlanarskriv um uppsøgn, og síðani kærdi Liljan Weihe uppsøgnina til Mentamálaráðið. Í dag er avgerðin fallin og uppsøgnin ógyldað og harvið er Liljan Weihe framvegis tíðindaleiðari í Kringvarpinum.
- Mentamálaráðið er ovasti kærumynguleiki og tí er hetta endaligt. Nú er einki annað at gera enn, at Liljan Weihe og Johnny í Grótinum setast við samráðingarborðið og semjast um, hvat nú skal henda, sigur Rúni Heinesen í dag.