Nú mugu vit krevja okkara part

Nú tunfiskatíðin aftur fer at nærkast, vilja teir, sum fiska tunfisk undir Føroyum, hava landsstýrismannin at skaffa okkum part av veiðuni í altjóða sjógvi

Viberg Sørensen av Tvøroyri er ikki í iva um, at vit eiga at krevja okkara part av altjóða tunfiskiskapinum. Og tað skal vera nú.

Føroyingar hava biðið landsstýrismannin um loyvi at fiska í altjóða sjógvi. Og teir vilja hava svar heilt skjótt.

Tí støðan er tann, sigur Viberg Søren sen, at tað ber heilt einfalt ikki til at basera veiðuna upp á føroyskt øki einsamalt.

Tíðin, fiskurin er í føroyskum sjógvi er stutt, og miseydnast fiskiskapurin her, er galið.

Viberg Sørensen, sum fiskaði tunfisk undir Føroyum í fjør, sigur, at íslendingar eru farnir at byggja skip til at veiða tunfisk í altjóða sjógvi.

Teir nýta somu mannagongd, sum teir gjørdu í Smoguni í Barentshavinum. Teir strongja á, til teir hava fingið sín rætt.

Á sama hátt, sum íslendingar krevja part av stovni, sum av og á kemur í íslendskan sjógv, eiga vit at krevja okkara. Tí sami stovnur er eisini í føroyskum sjógvi.

At sagt verður, at stovnurin tolir ikki meiri roynd, kunnu vit einki gera við.

»Tað eru ikki vit, sum hava niðurfiskað nakran stovn«.

Seks skip hava fingið tunfiskaloyvi undir Føroyum í ár.

Tey eru Ågot út Klaksvík, Leitissteinur úr Hósvík, trý japansk skip, og so skipið, sum Viberg Sørensen leigaði í fjør.

Viberg Sørensen sigur, at hann nú hevur yvirtikið skipið, sum í løtuni er í dokk í Las Palmas.

Skipið verður nú føroyskt og fer at eita »Selnes«.

Selnes verður væntandi í Føroyum um hálvan august.

Viberg Sørensen sigur annars, at japanarar longu eru á veg hendanvegin.