Nú nærkast meistaraheitið

Flogbóltur, menn: Eftir at ÍF a í vikuskiftinum hevndi tapið fyri Fram í Havn fyri kortum, er meistaraheitið av álvara farið at nærkast. Fuglfirðingar vunnu 3-0 á Fram, sum kortini ikki var so ójavnur, sum tølini siga

ÍF a-Fram 3-0

(16-14, 15-10, 15-10)


Í 1989 var ÍF besta liðið í føroyskum flogbólti. Millum leikararnar var ein dani, sum avgjørt var berandi leikarin á liðnum, sum annars bert var mannað við »lokalum kreftum«.

Nú tíggju ár seinni manglar sera lítið í áðrenn næsta meistaraheitið í bestu flogbóltsdeildini aftur endar í Fuglafirði. Og hesaferð er liðið bert mannað við teimum lokalu kreftunum. Og nakrir teirra vóru eisini við fyri tíggju árum síðani.

Tað, sum hevur sermerkt ÍF liðið í ár er, at teir hava verið góðir, tá tað hevur verið bruk fyri tí, og teir hava verið hepnir tá tað hevur verið brúk fyri tí. Einki lið klárar seg ígjøgnum eitt kappingarár uttan neyðuga hepnið og í ár fall tað ÍF a í lut.

Men tað er ikki hepnið sum er orsøkin til at ÍF a situr á ovastu rók í løtuni, og uttan iva eisini fer at gera tað tá seinasti dysturin í hesum kappingarárinum er leiktur. Um nakað annað hendir, so hevur hepnið snýtt teir í ólukkumát.

Liðið hevur spælt væl og hevur víst ein stríðsanda, sum einki annað av hinum liðunum hevur megnað at vísa. Tað hevur altíð verið vørumerki fuglfirðinga at arbeiða sera væl defensivt og soleiðis hevur eisini verið í ár.

Allir hava teir stríðst fyri eini felags søk, og úrslitið liggur frammi um einar tríggjar vikur ella so.

Tó so, onkuntíð gongur ikki eftir vild og tað gjørdi tað ikki seinast ÍF a og Fram hittust. Tað var í Eysturskúlanum fyri góðum tveimum vikum síðani, tá Fram vann dystin móti fuglfirðingum. Tá segðist, at Fram hevði víst framúr góðan leik og at teir høvdu trýst fuglfirðingar til at gera feilir, sum teir vanliga ikki gera.


Javnt og tó

Tað var tí við spenningi at Framleikararnir fóru inn í Kambsdal um vikuskiftið. Teir vistu, at teir vóru fyrsta, og higartil einasta, liðið, sum hevði tikið stig frá ÍF a, og nú skuldu teir royna at endurtaka bragdið.

Men tað gongst ikki altíð eftir vild. Fuglfirðingar vunnu dystin 3-0, men settini vóru ikki so ójøvn kortini. 16-14, 15-10 og 15-10 vóru settúrslitini og sum tað skilst, so var tað rættiliga javnt.

Sum tað sæst á tølunum omanfyri, so var tað sera javnt í fyrsta setti. Liðini bæði stríddust um at hava oddin, men ongum eydnaðist rættiliga at skraða seg leysan frá hinum. Fram hevur eitt sterkt og vælkoyrandi álop, sum, tá alt gongur eftir vild, er eitt tað besta í landinum.

Tað var bara ikki nóg mikið móti fuglfirðingum leygardagin, tí blokadan hjá teimum arbeiddi sera væl. Tað er jú ikki nøkur treyt, at allir bóltar skulu endað í blokaduni, men stendur hon rætt, so er nógv lættari hjá verjuni at arbeiða aftanfyri og tað var júst tað sum hendi. Defensiva spælið hjá fuglfirðingum var í topp, og teir stríddust sum úlvar á skóg fyri meistaraheitinum.

Men tað var um reppið at fyrsta sett fór til Havnar. Fram kom so mikið framum, at teir fingu settbólt. Støðan var 14-12, men tað var heldur ikki nóg mikið til at fáa fuglfirðingar niður við nakkanum. Teir bardust manniliga víðari.

Tað gav eisini úrslit og settið endaði við at ÍF a vann 16-14.


Hol í tekjuni og streymslit

Meðan leikt var í øðrum setti gjørdust havnarmenn greiðir yvir, at tað lak úr tekjuni beint nið á vøllin har teir leiktu. Slíkt er sera óheppið og kann verða ótrúliga vandamikið.

Framleikararnir kravdu annan vøll at leika á, men tað vildu fuglfirðingar eftir øllum at døma ikki. Hví so var er ikki gott at vita, men tað sigur seg sjálvt, at er vandi fyri heilsuni hjá leikarunum, so má okkurt gerast fyri at minka um tann vandan.

Hinvegin eigur tað ikki at verða uppgávan hjá heimaliðnum at finna út av um tekjan er tøtt ella ikki, og tað er heilt einfalt ov vánaligt av teimum, sum standa fyri høllini í Kambsdali, ikki at hava gjørt nakað við henda trupulleika, tí hann er ikki nýggjur.

Eftir drúgva løtu var dysturin fluttur á annan vøll.

Tá dysturin fór ígongd aftur vóru tað fuglfirðingar, sum vóru omaná. Teir fótaðu sær best og komu a odda. Fram megnaði ikki at fylgja við og tí kláraðu fuglfirðingar at »koyra settið heim« við 15-10.

Tað kann væl verða at ein orsøk til at Framleikararnir ikki komu fyri seg í hesum settinum vóru kringumstøðurnar. Fyrst var hol í tekjuni og mitt í settinum slitnaði streymurin fyri aðru ferð tað kvøldið. Slíkt kann ávirka spælifriðin og tað var Fram, sum læt seg ávirka mest.


So var at halda fast

Triðja sett endaði við sama settúrslitið, sum annað sett. Fuglfirðingar byrjaðu best, men Fram kláraði betur at fylgja við í byrjanini. So kom stígur í hjá teimum, meðan ÍF leikararnir hildu tørn. Teir koyrdu settið heim og vunnu 15-10. harvið høvdu teir vunnið dystin 3-0.

Sum sagt, so skal nú henda okkurt, sum er meir enn løgið, um ikki ÍF a skal vinna meistaraheitið í meistaradeildini hjá monnum. Teir hava tríggjar dystir eftir, men av teimum eru tveir móti niðastu liðunum í deildini ÍF b og SÍ, og hóast vit hava djúpa virðing fyri bæði b-liðnum hjá fuglfirðingum og fyri sørvingum, so er ikki sannlíkt at annað av teimum liðunum fer at vinna á ÍF a.

Tað hendi annars tað keðiliga til dystin millum ÍF a og Fram, at eingir dómarar møttu til dystin. Sørvingar vórðu settir at døma tveir dystir í vikuskiftinum og møttu til hvørgan teirra. Tað er sera keðiligt, tá dómarar ikki møta til dyst, serliga tá hugsa verður, at leikararnir ferðast langa leið fyri at spæla dystin. At streymslit so var í høllini áðrenn dystin, gjørdi bara støðuna enn verri.