49.884 íbúgvar. Tað var status í Føroyum pr. 1. januar 2017. Tað eru 740 fólk fleiri enn somu tíð í fjør. Tað er størsti fólkavøkstur uppá eitt ár síðan 2001.
Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari
Tað er fyrst og fremst flyting, ið ger seg galdandi í samband við fólkavøkstur. Fráflytingin minkar skjótt samstundis sum tilflyting veksur. Ikki síðan 1980 eru so fá fólk flutt av landinum sum tey 1173, sum fluttu í fjør.
Fleiri kvinnur enn menn
Tað eru serliga kvinnurnar, sum halda fólkavøkstrinum uppi. 37 fleiri kvinnur enn menn fluttu heim og 18 færri kvinnur enn menn eru deyðar í fjør. Munurin minkar eitt sindur við at 21 fleiri dreingir eru føddir enn gentir.
50.000 heilt skjótt
Um verandi gongd heldur fram, bæði við positivar nettoflyting og vaksandi burðaravlopi, so verða vit fyri fyrstu ferð 50.000 fólk í Føroyum í ár. Møguliga longu fyrst í mars.
Fleiri útgreinaði tøl kunnu lesast á heimasíðuni hjá Hagstovuni.