Ný-nazistarnir, Iran og Ísrael

Svenning av Lofti
----

Í Kristeligt Dagblad 8. mai stendur ein áhugaverd grein eftir Allan Sørensen, sum er tíðindamaður blaðsins í Miðeystri. Í greinini stendur, at eysturríksku ný-nazistarnir verja atomætlan Irans. Felagsástøði hjá ný-nazistunum og stjórnini í Iran er felags fíggindi teirra: Jødiska fólkið.
Sambandið millum nazistarnar og Iran er ikki púra nýtt. Undir seinna heimbardaga gav upplýsingarherferð Hitlers út eitt nazistiskt tíðarrit í Iran, tí at “reinu” arisku týskararnir høvdu ætlanir um ein samskipaðan felagsskap við teir iransku ariarnar.
Høvuðsboðskapurin í tíðindaherferð Hitlers var bardagi Muhammeds profets móti jødisku íbúgvunum í Mekka. Hitler varð beinleiðis samanborin við Muhammed. Báðir vóru teir søgunnar stóru jødahatarar.
Sambært granskarum eru partar av iranska fólkinum ættaðir av ariskum ættarbólkum, sum fóru úr India og býttu seg sundur í tvey. Annar parturin búsettist í økinum, har Iran er, meðan hin kom til Norðureuropa.
Í dag eru tað so ný-nazistarnir í Europa og Ahmadinejad, sum hava savnað seg saman í mótstøðuni móti Ísrael. Ahmadinejad hevur ferð eftir ferð endurtikið, at hansara ætlan er at týna jødiska státin, Ísrael.
Tá ið Iran fyri eini tveimum árum síðani skipaði fyri eini “øðrvísi” holocaust-stevnu, vóru eysturríkskir nýnazistar millum luttakararnar.
Í 1942 var muftiin í Jerusalem (leiðarin fyri muslimarnar har) í Berlin og prátaði við Hitler. Í nazistiska tíðarritinum “Der Stürmer” segði hann: Vit kunnu samanbera jødarnar við smittuberandi flogkykt. Tá ið ein ikki er so tætt hjá teimum, kunnu teir tykjast vera friðardýr, men verður ein stungin av teimum og smittaður við sjúkuni, so skal ein harðligari viðgerð nýtast.”
Sanniliga, antijødiska søgan endurtekur seg. Iranski leiðarin boðar ferð eftir ferð frá ætlanum sínum, at týna jødiska fólkið, eins og Hitler gjørdi í bókini “Mein Kampf”. Eins og tá yppa summir av leiðarum heimsins øksl í dag, tá ið Ahmadinejad, eins og Hitler, boðar frá ætlan síni at oyða Ísrael. Orðini gjørdust veruleiki 1944-45, tá ið hann varpaði allan heimin út í eitt ragnarok vegna maktgirnd og jødahatur. Ein skilir heimsins leiðarar, ið óttast fyri atomætlanini hjá Iran og Ahmadinejad.