Av teimum níggju nýggju feløgunum, ið stovnað vóru í farnu viku, hava átta heimstað í høvuðsstaðnum, meðan tað eina felagið hevur heimstað í Vestmanna.
Í broytingunum, sum Business Line hevur savnað saman seinastu vikuna, sæst, at fyrrverandi stjórin í Vága Floghavn, Jákup Sverri Kass, nú er vorðin nevndarlimur í Hotel Hafnia. Jákup Sverri Kass starvaðist í Smyril Line, sum nú eigur Hotel Hafnia, áðrenn hann fór vestur í Vágar.
Nýggju feløgini spenna vítt, líka frá handilsvirksemi og tónleikavirksemi til grótlaðing, arkitektur og samskifti. Business Line hevur eisini skrásett hópin av øðrum nevndarbroytingum.